Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag letur TUTL út nýggja útgávu hjá Tórshavnar Kamarkóri, ið ber heitið "Kvøldtankar." Fløgan verður givin út í sambandi við, at Tórshavnar Kamarkór í ár hevur verið virkið í 30 ár. Kl. 16.30 verður almenn móttøka í TUTL handlinum á Káta Hornið.

Á útgávuni eru 14 føroyskir sangir. Nakrir eru eldri og væl kendir, meðan flestu sangir ikki hava verið á nakrari útgávu áður. Allir eru teir tó sangir, sum eru ella hava verið partur av sangskránni hjá kórinum seinastu tíðina.

Ólavur Jøkladal, kórleiðari, stovnaði kórið í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini. Síðan tá hevur kórið havt ymiskar kórleiðarar, ið allir hava sett sín dám á kórið og sangskráir tess.

Bernharður Wilkinson hevur verið leiðari hjá kórinum seinastu 7 árini, og hesa tíðina hevur kórið sungið nógv nýtt føroyskt tilfar umframt nýggj og eldri útlendsk verk.

Kamarkórið hevur verið rættiliga virkið og hevur luttikið á fleiri útgávum umframt, at kórið gav út fløguna "Várlongsil" í 1997. Kórið hevur lagt stóran dent á at hava konsertir kring Føroyar og hevur eisini javnan verið uttanlands á kórstevnum og konsertferðum.

Umframt at hava vitjað í flestu grannalondum okkara, hevur kórið verið víðari úti í Evropa og vitjaði eisini í New York og New Jersey fyri tveimum árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo