Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Leygarmorgunin 30. september kemur franska skipið BSAM La Garonne á Havnina.

La Garonne er eitt tænastuskip hjá fronsku sjóverjuni og er 70 metur long og 16 metur breið. BSAM stendur fyri “Bâtiment de soutien et d'assistance métropolitain”, og ger skipið tænastu innan leiting og bjarging, eftirlit og tænastu í ymsum venjingum og atgerðum.

Manningin telur 29 og skipari er Pierre Vallez, loytnantur, sum hevur virkað í franska flotanum síðani í 2000.
Garonne var í Føroyum á allarfyrstu ferð síni sum nýtt skip í september í 2019. Hon er tað seinasta av fýra skipum í Loire-klassanum, sum skipasmiðjan Kership bygdi fyri fronsku sjóverjuna í tíðarskeiðnum 2016 - 2018. Kership er eitt samtak millum Pirou og Naval Group, og tey fýra systurskipini eru BSAM La Seine og BSAM La Loire, sum hoyra heima í Toulon í Suðurfraklandi, og BSAM La Rhône og BSAM La Garonne, sum hoyra heima í Brest í Norðurfraklandi.

Garonne kemur norðanifrá, har skipið síðani í summar hevur luttikið í venjingum og virksemi í Kanada og Grønlandi og m.a. hevur verið inni í Saint-Pierre-et-Miquelon, í Québec og Halifax, har eisini manningaskifti var. Í Grønlandi varð m.a. vant at sigla í polarøki millum ísfjøll, eins og vant varð at bjarga ferðamannaskipi við Ittoqqortoormiit (Scoresbyssund). Nú kemur skipið úr Norra.

Meðan La Garonne liggur í Havn verða umboð fyri býin, havnina og ávísar myndugleikar boðin umborð til ein miðmála, umframt at farið verður at vitja hjá m.ø. MRCC og Arktisk Kommando.

Almenningurin hevur høvi at vitja umborð og síggja skipið hesar tíðir:
Sunnudagin 1. oktober kl. 10 – 12 og kl. 15 – 17
Mándagin 2. oktober kl. 10 – 12 og kl. 15 – 17

La Garonne kemur at ligga á Molanum og fer avstað aftur týsdagin 3. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo