Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-067/2023 frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um trot á hegnigum hondum, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at uppraðfesta og fáa fjølbroyttari útboð av yrkisútbúgvingum og vinnurættaðum útbúgvingum?

2. Hvussu arbeiðir landsstýrismaðurin við at styrkja vaksnamannaútbúgvingar og eftirútbúgvingar?

3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at samskipa granskingararbeiðið betur?

Svar
Til 1: Tá tað umræður fjølbroytni á yrkisútbúgvingarøkinum, hevur tað týdning at vísa á, at Føroyar hava eitt rættuliga stórt útboð av yrkisútbúgvingum. Í verandi løtu vera 15 ymiskar yrkisútbúgvingar bodnar út í føroyskum skúlum, tá allar sergreinir vera taldar við. Harumframt hava vit eina langa røð av útbúgvingum, har lærupláss eru í Føroyum, meðan skúlagongdin verður tikin í donskum skúlum.

Á summum av hesum ber eisini til at taka ein part av skúlagongdini í Føroyum.

Eitt yvirlit yvir verandi útbúgvingar er at finna í kunngerð nr. 17 frá 14. februar 2023 um sáttmálaskylduga yrkisútbúgving, upptøku í skúla- og floksbýtistal, sí skjal 1 og 2 í nevndu kunngerð: https://logir.fo/Kunngerd/17-fra-14-02-2023-um-sattmalaskylduga-yrkisutbugving-upptoku-i-skulaog-floksbytistal Harafturat vísir hagtalsskráin á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum eina góða mynd av tí fjølbroytni, sum er innan yrkisútbúgvingarøkið: https://www.yrkisdepilin.fo/hagtoel

Í næstum fer Barna- og útbúgvingarmálaráðið eisini at viðgera nøkur tilmælir, sum snúgva seg um at seta nýggjar yrkisútbúgvingar á stovn. Talan er eitt nú um eina  . Hetta skal sum sagt viðgerast, áðrenn endalig støða verður tikin til hesi tilmæli.

At raðfesta er tó ikki altíð at stovna nýggj útbúgvingartilboð. Tað er eisini at hjúkla um tey tilboð, sum eru, og at menna útbúgvingarnar upp á ymiskar mátar. Tí varð ein arbeiðsbólkur settur í fjør, sum hevur til uppgávu at betra um yvirgongdina millum ávísar yrkisrættaðar útbúgvingar og hægri lestur. Her hevur verið hugt at útbúgvingunum í Heilsuskúla Føroya, og yvirgongdini til Fróðskaparsetur Føroya, umframt at tað eisini verður hugt at líknandi møguleikum fyri yrkisútbúgvingarnar. Tað, sum hevur verið umrøtt í hesum arbeiðsbólki er, at seta eina suppleringsskipan í verk, sum kann bjóða út fakpakkar, sum geva atgongd til hægri lestur.

Hesa vikuna er eisini ein arbeiðsbólkur settur, sum skal endurskoða lógarverkið, tá tað kemur til hægri yrkisrættaðar útbúgvingar, sum vit kenna frá eitt nú Hægri Námi á Glasi og á Miðnámi á Kambsdali. Arbeiðsbólkurin fer eisini at viðgera møguleikarnar fyri yvirbygnaðum til tær framhaldsútbúgvingar, sum í dag verða bodnar, og yvirgongdina millum hesar útbúgvingarnar og tær á Fróðskaparsetri Føroya.

Til 2: Í 2018 varð eitt álit handað táverandi landsstýriskvinnu í útbúgvingarmálum, Rigmor Dam, um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil í Føroyum. Álitið inniheldur fleiri væl grundað tilmæli, sum taka útgangsstøði í tí føroyska arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum tað viðger, hvussu hesi viðurskifti verða skipað í okkara grannalondum. Álitið er rættiliga ítøkiligt í sínum tilmælum, men ein fortreyt fyri at kunna seta hesi tilmæli í verk, er, at ein fíggingarleistur verður funnin.

Annars kann sigast, at arbeitt verður við at menna eina skipan, sum leggur eftirútbúgvingar fyri lærarar, námsfrøðingar og onnur á Fróðskaparsetri Føroya í eina fasta legu. Hetta er fyrst og fremst eftirútbúgvingar, sum fólkaskúlin tørvar, men kann eisini hugsast til aðrar starvsbólkar. Skipanin skal tryggja, at tað alla tíð verður møguligt at taka eina eftirútbúgving, og at hesar útbúgvingarnar koma at rotera ár um ár.

Til 3: Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er sett at ráðgeva Føroya Landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón á økinum. Í august 2023 legði ráðið fram sína fyrstu ársfrágreiðing, sum hevur átta tilmæli til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Mælt verður til tættari samstarv, styrktar karmar og meira fígging.

Ein av høvuðsniðurstøðunum í ársfrágreiðingini er tørvurin at fáa tættari samstarv í lag millum granskarar á granskingarstovnum og í privatum fyritøkum. Mælt verður til, at Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan.

Nakrir av føroysku granskingarstovnunum og Granskingarráðið umrøddu á vári 2023, hvussu granskingarátøk og -øki kunnu eyðmerkjast og raðfestast í felags samstarvi, so føroysk gransking kann mennast og flytast fram á leið til gagns fyri granskingarumhvørvið og samfelagið sum heild.

Granskingarstovnarnir í Føroyum skipaðu í november 2023 eitt nýtt samstarv undir heitinum "Leiðsluforum fyri føroyska gransking." Við at styrkja samstarvið millum granskingarstovnarnar í Føroyum, fæst ein felagsrødd í samskiftinum við politiska myndugleikan og tey, sum fíggja gransking innan- og uttanlands.

Gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri at brynja okkum til eina framtíð við broyttum fortreytum. Og hóast tað hevur gingið framá á hesum økinum í Føroyum, mugu vit sum samfelag gera nógv meira fyri at brynja okkum til nútíðina og framtíðina. Hetta var í stuttum boðskapurin frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan í fyrstu ársfrágreiðingini.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo