Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.

Mongu lærlingarnir hjá føroysku fyritøkunum hava sera stóran týdning fyri at tryggja eina støðuga og neyðuga starvsfólkatilgongd í privatu vinnuni. Tað vísa nógvar fyritøkur á, sum eru partur av kanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um starvsfólkatørvin í privatu vinnuni.

Breiður tørvur
Kanningin vísir, at tað er stórur tørvur á yrkislærdum starvsfólkum í Føroyum. Tørvurin á lærlingum endurspeglar í stóran mun tørvin hjá privatu vinnuni á yrkislærdum starvsfólkum. Fyritøkurnar leita eftir smiðjum av øllum handaslagi, billakerarum, kokkum, kondittarum, byggismiðum, speditørum, timburmonnum, málarum, elektrikarum, múrarum, slaktarum, bakarum og handilslærlingum fyri at nevna nøkur.

Framvegis høgt í metum
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at hagtøl hjá Yrkisdepilinum vísa, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum ímillum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið. Lesið meira her

Men tað ber til at gera tað enn meira lokkandi at gerast lærlingur í Føroyum. Tað vísir kanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skúlagongd í Føroyum
Tað vísir seg at vera ein avbjóðing hjá fleiri lærlingum innan ymisk handverk, at tað er neyðugt hjá teimum at fara til Danmarkar á skúlabonk. Hetta heldur teimum aftur at fara í læru, siga fyritøkurnar.  Úrslitið gerst, at tilgongdin til handverksvinnuna ikki verður so góð, sum hon kundi.

Møguleikin fyri at flyta skúlagongdina til Føroya verður nevnt sum ein skilagóð loysn. Fyri fleiri yrkir er tað eisini ein avbjóðing, at lærlingar í skúlatíðini í Danmark læra um donsk viðurskifti, sum ikki kunnu sammetast við føroysk viðurskifti. Hetta er eitt nú galdandi fyri ferðaskrivstovuútbúgvingina og byggismiðir.

Av teimum 58 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 14 teirra í Føroyum. Til hinar 44 útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla.

Tørvur á vaksnamannalæru
Nógvar fyritøkur halda fyritøkurnar, at tað er neyðugt at leggja størri dent á vaksnamannalæring. Møguleikarnir at fara í vaksnamannalæru eru alt ov fáir í Føroyur.

Nakrar fyritøkur vísir á, at tað er ov trupult at fáa vaksin í læru, tí teirra lærlingaløn er alt ov lág í mun til fíggjarligu skyldurnar, tú vanliga hevur sum vaksin. Her er stóra avbjóðingin lønin fyri skúlatíðarskeiðini, tá ið lærlingurin ikki luttekur í framleiðsluni.

Raðfestið yrkisútbúgvingarnar
Í samgonguskjalinum verður sagt, at yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum og vaksnaútbúgving. Tá ið hetta arbeiðið byrjar, er upplagt at hyggja nærri at, hvørjar yrkisútbúgvingar, vit eiga at miðja eftir at flyta heim. Í sama viðfangi er tað skilagott at fara undir eina tilgongd at samskipa vaksnamannalæru í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er altíð til reiðar at geva sítt íkast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo