40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mourits M. Joensen skrivar: Søguna um Øskufíu og skógv hennara, sum prinsurin fekk hendur á, kenna vit øll. Betur vóru børnini farin, varð hon endurgivin enn einaferð, enn at lata lívfrøðing borðreiða við Darwinskari trúarsøgu, snimma á morgni fyri svøvntungum børnum.

Ein trúarsøga um upprunan til fyrsta fuglin, í andsøgn við logikkin og vísindi.

Tó sera skemtiligt, at til ber at fáa veingir, verður baksað við frambeinunum, so láturligt at borðreiða við tílíkum, ikki minst tá hugsað verður, at øll menniskju eru fødd við logiskum sansi, - eisini børn!

Og hvat rennur saman millum lærusveinar Darwins og stjúkmóður Øskufíu?

Jú, skógvurin gerst mynd av trongskygdu menningarlæruni, har alt lívfrøðiligt skal snikkast til eftir einfeldi skabilón Darwins.

Nýttar verða somu lystir og stjúkmóðurin nýtti, har ein tá verður høgd av her og ein hælur har, so skógvurin passar.

Virdi arbeiðshátturin hjá vísindini, at laga skógvin til fótin, og ikki øvugt, er ikki galdandi fyri Darwinsku trúarlæruna.

Søgan um Dinosaurfuglin er ikki sonn, eins og so mangar aðrar lygusøgur, á langa lista Darwinismunar.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo