40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mourits Mohr Joensen skrivar: Tónleikaútgávan FØLV, eru trý løg, ið eg sjálvur havi skrivað bæði tekst og løg til.

Upptøkurnar er gjørdar í upptøkuhølinum Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

Lagið “Litfagrir fuglar”, er fyrsta lagið av trimum, ið kemur út nú leygardagin 12. februar 2022, hini løgini koma seinni í vár.

Litfagrir fuglar”

“Litfagrir fuglar”, er ein tekstur eg gjørdi í 2014, seinni sama ár gjørdi eg lagið.

Upprunin til tekstin var helst ein ætlan um ein LGBT sang. Tí um hesa tíðina eg skrivaði tekstin, var ágangurin inn á tey samkyndu øgilgur, og er hann tað enn, tíverri.

Sum tíðin leið, helt eg at hettar ikki bert er ein LGBT sangur, tí hesin tekstur røkkur til okkum øll. Eingin okkara er eins, tó eru vit øll menniskju, ið eru elskaði so ella so, og ikki minst tjúglaði um í okkara reiðri.

Sang: Rókur Jákupsson Jakobsen
Guitarar: Benjamin Petersen
Bass: Mikael Blak
Trummur: Per Ingavldur Højgaard Petersen
Mastrað hevur, Infrasonic sound í Nashville.

Jórunn Davidsen, ein av mínum fittu og dugnaligu abbabørnum, hevur myndprýtt permumyndirna til “Litfagrir fuglar”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo