Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Laila av Reyni hevur útgivið sína næstu útgávu, sum hon kallar 'Stay'. Fjøllistakvinnan Laila av Reyni hevur í samstarvi við G. G. Guttesen skapt eina norðuratlantiska melankolska electcopop útgávu, sum heldur fram, har fyrra sjálvnevnda útgávan endaði.

'Stay' er ferðin hjá listakvinnuni gjøgnum tónleikin, kenslurnar og tað visuellu listina. Tekstirnir eru um lívsins bylgjur, og løgini eru gjørd til tekstirnar. Laila tekur støði í samtíðini og  teimum avbjóðingum, sum lívið hevur við sær.

Samstarvið við G. G. Guttesen ger Lailu av Reyni føra fyri at greiða frá sínum lívi, kenslum og førleikum. Hetta er eitt samstarv, sum fer út um tað vanliga framleiðarasamstarv, men eitt samstarv har framleiðarin tulkar menniskjað, sum hevur nógv at siga almenninginum.

Eiler Fagraklett hevur sniðgivið húsan út frá tónleikinum, og hevur stórliga megnað at skapt myndina av innihaldinum. Miriam og Janus hava tikið myndirnar til húsan.

Miss Universe DK hevur valgt lagið 'Cover', ið eisini er at finna á nýggju fløguni at vera eyðkennislagið fyri ársins Miss Universe kappingina í DK.

Í summar fer Laila av Reyni á konsertferð í Íslandi í samstarvi við íslendska promotaran Kidda, sum hevur samstarvað við føroyskar tónleikarar í fleiri ár. Eisini fer verður hon at síggja á føroyskum tónleikapallum seinni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo