Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Laksaroyndir í føroyskum sjóøki

Spurningur:
- Vil landsstýrimaðurin virka fyri, at royndir verða settar í verk av t.d. Havstovuni, fyri at fáa til vegar fleiri upplýsingar og meira vitan um laksin í føroyskum sjóøki?

Viðmerkingar:
Endamálið við hesum fyrispurninginum er at útvega meira vitan um, í hvønn mun laksur er á landgrunninum, hvussu stórar nøgdirnar eru, hvar hann møguliga heldur mest til o.a. Slík vitan um laksin hevði verið gull verd og gjørt okkum betur før fyri at lagt til rættis fiskarí og atknýtt vinnuligt virksemi.

Vit hava tørv á vitan og upplýsingum um:

•       Hvussu nógv er til av villlaksi, alilaksi, kúlulaksi o.ø. í føroyskum sjóøki.

•       Hvar laksurin heldur til, og hvussu hann ferðast inn ímóti landi o.a.

•       Hvussu er við lús á laksinum, og hvørji lúsasløg eru á havlaksinum.

•       Hvussu laksurin er fyri í síni heild, t.e. kyn, gýting, stødd, og hvat hann hevur í maganum o.a.

Áhugavert hevði verið at fiska við laksalínu á opnum havi rundan um Føroyar og út ímóti sjómarkinum. Eisini um laksur fæst inn ímóti landi og um møguligt er at leggja til rættis fyri framtíðina dyrging (trolling) eftir laksi sum ferðavinnuátak.

Vit í Føroyum mangla neyvari vitan um laksin, hvussu er við laksi innan fyri okkara egna sjómark tær ymsu árstíðirnar o.a. Fyri smærru bátarnar er serliga áhugi fyri laksi á innaru leiðunum, t.d. er laksurin eisini inn ímóti landi, er árstíðin avgerandi, gýtingartíð o.a.?

Fiskirannsóknarstovan, nú Havstovan, hevur fyrr gjørt nógvar áhugaverdar royndir viðvíkjandi havlaksinum, royndir sum hava útvegað okkum virðismikla vitan um, hvussu havlaksurin úr øðrum londum ferðast í havøkinum um okkara leiðir, heruppií royndir við laksalínu.

Í dag er ikki óhugsandi, at alilaksur er ímillum í størri tali enn fyrr, tá hugsað verður um, at óhapp henda hjá alarum av og á; hesin laksur er jú onkrastaðni í skipanini.

At dyrgja eftir laksi við bátum er ein væl umtókt upplivingarvinna, sum eisini er sera inntøkugevandi í øðrum londum. Henda vinna kann gerast ein spennandi vinna fyri okkum og somuleiðis gerast eitt eyka bein hjá føroysku ferðavinnuni.

Hesin málbólkurin av ferðafólkum rindar fegin fyri slíka uppliving, og vit í Føroyum fáa ein serligan málbólk afturat, sum vil leiga bátar, umframt vanligt uppihald og matstovuvirksemi, ferðaseðlar og mangt annað.

Stóri spurningurin er so, um landsstýrið, saman við Havstovuni, vil skipa fyri, at henda vitan gerst tøk hjá teimum, sum hava áhuga fyri hesum vinnuvegi.

Tað er nógv, sum bendir á, at stórir vinnumøguleikar eru innan laksafiskarí í føroyskum sjóøki, og í hesum sambandi eiga nakrir kappingarførir vinnukarmar at verða skaptir av politisku skipanini, grundaðir á holla vitan um laksin. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 30. apríl 2024
Eyðdis Hartmann Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo