Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, lýstu sera væl síni sjónarmið, - á aðrari síðuni vinnu og á hinari síðuni, ta politisku hugsjónina.

Um havið, margfeldi og ta perlu, sum gevur okkum ríkar møguleikar, bæði sum náttúra í sjálvum sær og við atliti til fiskivinnu, vinnu knýtta at havinum, avleiddar vinnur og so framvegis.

Um møguleikar og úrdráttir úr havinum, bæði  til matnað, til  arbeiðspláss, til avleidda vinnu, skattainntøkur og vælferð.

Á politisku síðuni um javnvág og vistfrøðiliga, búskaparliga, sosiala og fólkaræðisliga burðardygd.

Sjálvsagt sera viðkomandi evni og so væl lýst, at ikki tey stóru kjakini kundu verða um hesi atlitini  – men verða um samanspælið millum evni, politikk og vinnu.

Nær verða fyritøkurnar, íløgurnar, nøgdirnar, raksturin, yvirskotið og valdið hóttandi fyri tað vistfrøðiligu, búskaparligu, sosialu og fólkaræðisligu burðardygdina?

Gott og væl viðgjørt – tó at eitt punkt manglaði, kvinnuræðisliga burðardygdin í vinnu og politikki.

Panel, framløgur og fundarleiðsla varð skipað av monnum.

Tað varð ikki tosað um javnstøðu, um menn og kvinnur ella um tørvin á samspæli millum hesi – hvørki sum politiska, vinnuliga, vælferðarliga ella samfelagsliga burðardygd.

Okkum nýtist ikki at fara so øgiliga langt aftur í tíðina. Tá vóru flestu menn á sjónum og kvinnurnar heima hjá húski og børnum og øllum tí, sum hetta kravdi, eisini fíggjarliga.

Ikki varð altíð stýrt eftir linju, men eftir tørvi, eisini uttanfyri heimið, og yvirskotið av sjónum mettaði úr hondini í munnin, úr einum húski í annað og í seinna lagi til nýíløgur.

Soleiðis er ikki í dag.

Nú skal vinnan lata so nógv sum til ber í felagskassan, sum í nógv størri mun er stýrdur av monnum og tann vegin hjálpa gomlum, sjúkum, veikum, minni mentum og so framvegis  –  altso kvinnurnar verða hektaðar av.

(at vit júst nú hava kvinnur í Landsstýrinum, treytar, at Løgtingið og í fleirtali menn, stuðla undir.)

Eisini verða fleiri fakfeløg, stovnar og almenn vælferðarøki stjórnað og leidd av monnum, hóast tað eru stereotypisk kvinnustørv og kvinnuøki  – sum kvinnur hava sitið á, síðani tær komu á arbeiðsmarknaðin og sum tær mannað nærum hundrað procent, nú við undantaki av leiðslum.

Eitt síðuspor, men viðkomandi evninum.

--

Aftur til kvinnur, vinnu og samfelagsviðurskifti.

Sjálvsagt skal vinna ráða sær sjálvum, men tá annarhvør setningur snúði seg um burðardygd, haldi eg tað vera hóskandi og nærliggjandi at minna á  kvinnuleiklutir og heildarmyndir og á yvirskotið,  sum átti at dryppað á vælferð og kvinnuumboðan, samfelagsligari burðardygd at frama. Eins og á kvinnur í vinnu, við atliti til forrætningina.

Møguliga høvdu vit havt aðrar tilgongdir og samskifti við myndugleikar og umhvørvisstovu, bara fyri eisini at vísa á, at vinna er so nógv annað enn framleiðsla og marknaðir, - sum vit sjálvsagt eisini kundu ávirkað, í bæði borð.

Møguliga høvdu vit havt aðrar millumrokningar, onnur cost benefit (greining av útreiðslum og fyrimunum), onnur boð um yvirskot – annað boð um vælferð.

Møguliga høvdu vit havt ynski um kanningar, eftirmetingar og nýhugsanir á samfelagsliga familjupallinum.

Eins og á  menningarpallinum, tað verði seg bæði gransking og útbúgving, við atliti til annað – eisini familjuni, teim ungu og øllum fólkinum at gagni.

--

Møguliga kundu vit roknað nýtsluvirði av yvirskoti og pengum úr vinnu og hjá familjum sum heild; og í hvønn mun alt kemur til høldar burðardygt og til gagns? Bæði privat og alment.

Ella spurt um hvat tað merkir at hava toppað materielt.

Myndina um, at tað sum flýtur yvir fer ókontrollerað, finnur sín egna veg og mangan fer til spillis, er eisini myndin, vit politiskt og vinnuliga kundu dvølt við.

Jú, nógv er at umrøða, varpa ljós á og raðfesta – í samfelagsliga drátti og úrdrátti og um Føroyar, vælferð og ‘laksatorg’ eisini verða verðir fyri kvinnur í samfelagi, fjøldini at gagni.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo