Á ársaðalfundi hósdagin 25. mars kunngjørdi Føroya Tele roknskapin fyri alt samtakið í 2020. Úrslitið gjørdist góðar 31 milliónir krónur eftir skatt, og eigarin, sum er Føroya Landsstýri, fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti.
Síðani 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur eigarin, Føroya Landsstýri, fingið í alt 375 milliónir krónur í vinningsbýti, og sum partafelag hevur Føroya Tele higartil gjørt íløgur í materiella og immateriella støðisogn fyri yvir 2,8 milliardir krónur. Í 2020 vórðu vinningsbýtið og íløgurnar ávikavist 32 milliónir krónur og 131 milliónir krónur.
Áðrenn skatt varð úrslitið slakar 38 milliónir krónur. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 2 milliónir krónur lægri. Úrslitið er merkt av øktum rakstrarkostnaði, sum í stóran mun stavar frá umvælingum av millumoyggjasjókaðlum, ið fingu skaða av illveðri í fyrsta ársfjórðingi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo