40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er ein góð forrætning at selja tollfrítt á flogvøllinum. Tað er onki nýtt, men nýggjasti roknskapurin hjá partafelagnum Duty Free vísir, at hugurin at keypa hjá vaksandi talinum á teimum sum ferðast um flogvøllin av álvara fær tað at fløða inn í kassan hjá eigarunum, sum eru almennu feløgini Vága Floghavn og Atlantic Airways.

 

Úrslitið eftir skatt í fjør var nærum 17 milliónir krónur, ella góðar tvær milliónir meira enn árið framman undan.

 

Eigararnir fáa 18 milliónir krónur í vinningsbýti fyri árið í fjør.

 

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at sølan og úrvalið hevur verið vaksandi øll árini síðani 2014, tá handilin lat upp.

 

- Dentur verður lagdur á, at søluvørurnar í handlinum eru eitt vet bíligari enn hjá kappingarneytunum, sum eru teir útlendsku flogvallirnir, serliga flogvøllurin í Kastrup verður sagt.

 

Ein alsamt størri partur av søluni er eisini á netinum:

 

-  Talið av bíleggingum á heimasíðuni  er vaksandi og í 2019 var talan um 7.800 bíleggingar. Talið av bíleggingum á heimasíðuni í 2018 var 5.750.  

 

Korona smittan hevur tó eisini funnið leið inn í roknskapin hjá partafelagnum Duty Free, og sagt verður, at ávirkanin fer at síggjast aftur í søluni hjá handlinum í 2020.

 

 

 

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo