40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Føroya Váðaráð varnast, at tað eru tveir myndugleikar, sum hava eftirlit við Betri samtakinum. Hetta er ein møguligur váði, ið kann ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum  

Betri samtakið
Í Betri samtakinum eru eitt móðurfelag og trý dótturfeløg. Dótturfelagið Betri Banki er ein SIFI-banki, meðan dótturfelagið Betri Trygging er eitt systemiskt týdningarmikið skaðatryggingarfelag í Føroyum.

Trygging er eitt yvirtikið málsøki í Føroyum, meðan peningastovnsvirksemi framvegis er danskt málsøki. Eftirlitið við tryggingarpartinum, tað vil siga við Betri Pensjón og Betri Trygging, liggur tí í Føroyum, meðan eftirlitið við Betri Banka og móðurfelagnum Betri P/F liggur hjá danska Fíggjareftirlitinum (Finanstilsynet) og Fíggjarligum Støðufesti (Finansiel Stabilitet) í Danmark.

Feløgini í Betri samtakinum eru undir núverandi makrobúskaparligu umstøðum væl bjálvaði, bæði sum samtak og einstøk dótturfeløg. Hevði tað komið fyri, at Betri Banki einaferð skuldi komið í fíggjarliga trongstøðu, er møguleiki fyri, at Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt Støðufesti, ikki fara at taka nóg stórt atlit til systemiska týdningin, sum Betri Trygging hevur, tí hesi fyrst og fremst hava sum endamál at bjarga bankanum. Hetta kann hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum.  

Grundgeving fyri eygbering
Í desember 2017 var RAL-lógin (Lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder) sett í gildi í Føroyum. Við hesi lóg varð valdsbýtið millum eftirlitini broytt, soleiðis at Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið undir ávísum treytum, kunnu avtaka eitt fíggjarligt samtak í Føroyum, herímillum Betri Holding og Betri Trygging, uttan at taka føroyska Tryggingareftirlitið við í viðgerðina. Hetta kann gerast ein møguligur váði fyri fíggjarliga støðufestið, tí Betri Trygging er eitt systemiskt týdningarmikið tryggingarfelag.   

Treytin fyri at Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið kunnu gera hetta er, at Fíggjareftirlitið metir, at bankin, sum er í trongstøðu, er ein hóttan móti hinum feløgunum í samtakinum ella samtakinum sjálvum.

Fíggjarligt Støðufesti er sambært RAL-lógini ikki bundið at spyrja seg fyri hjá Tryggingareftirlitinum fyri at avtaka Betri samtakið, hóast tryggingareftirlitið liggur í Føroyum, av tí at tað í RAL-lógini er ásett, at øll feløg í einum fíggjarligum samtaki kunnu nýtast til at bjarga einum SIFI-banka. Tryggingareftirlitið skal tó góðkenna nýggjar eigarar av Betri Trygging.

Váðagreining av Betri-samtakinum sæst her.

Ein eygbering er ein ábending um, at ávís viðurskifti kunnu økja systemisku váðamyndina, og neyðugt verður at halda neyvt eyga við tí. Ein eygbering er vanliga almenn og nýtist ikki at vera rættað ímóti ávísum myndugleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo