Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur: Í gjár, leygardagin 2. september, gingu fleiri hundrað sjálvboðin hús í hús kring alt landið, fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Meðan innsavningin uttanfyri havnina er frammanundan skipað við føstum innsavnarum, so er innsavningin í Tórshavn skipað soleiðis, at litið verður á, at fólk møta upp hjá Reyða Krossi, og heinta sær eina bússu.

Tíverri var veðrið ikki við okkum hendan dagin, og tað hevði við sær, at mong í Tórshavn aftraðu seg at fara út og savna inn, og sostatt vóru nógvar rutur í Tórshavn, sum ikki vórðu gingnar.

Hetta er sjálvandi harmiligt, tí vit vita, at nógv húski væntaðu sær vitjan av Reyða Krossi.

Tí hevur Reyði Krossur gjørt av, at savnað verður inn á teimum rutum sum mangla næsta leygardag – 9 september. Hendan dagin verður eisini savnað inn í Vágunum.

Hjartans tøkk til øll, ið longu hava stuðlað, gingið við bússu og á annan hátt hjálpt okkum at hjálpa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo