Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Eingin smittuútbreiðsla er umborð á flogførunum til Føroya, men fleiri tilburðir av smittu eru staðfestir, tá ið ferðafólkini eru komin í bilin/hýruvognin eftir flogtúrin, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í svari til VP.

Spurt var um Landslæknin hevur gjørt nakra kanning viðvíkjandi smittu umborð á flogførunum, sum flúgva millum Føroyar og Danmark, og hvat úrslitið var av kanningini.

Landslæknin sigur, at fleiri flogfør eru komin við smittaðum til Føroya, og tá hevur verið gjørd ein neyv smittusporing.

- Tíbetur sær tað út til, at trygt er at flúgva, og vit hava ikki staðfest nakra smittuútbreiðslu umborð á flogførunum.

- Hinvegin hava vit staðfest tilburðir av smittu í bilunum/hýruvognunum eftir flogtúrin, sigur Landslæknin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo