Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin var stór dart kapping í høllini á Skála, yvir 60 leikara vóru møttir upp, og samstundis tóku landsliðsvenjarnir Annfinn Allanson Hjaltalin og Kristian Joensen landsliðini hjá kvinnum og monnum út.

Landsliðini skulu fyri fyrstuferð síðani altjóða góðkenningina, til eina EM kapping og veður hon í Gandia í Spania frá 28 septembur til 1 oktobur. Hjá kvinnum er talan um sama landslið, sum fyrr í ár var til norðurlandameistaraheitið í Svøríki og eru tær, møðgurnar Beinta Joensen og Jóna Miðalberg úr KDF. Annfríð E Jacobsen úr HDF og Birthe Sikivat úr ADF.

Hjá monnunum er ein lítil broyting frá fyrr í ár, tá Niels Thomsen úr HDF, er komin inn fyri Jón Johansen úr VDF. Hinir á liðnum eru Jan Erik Fjallstein úr VDF, og Uni Árting og Jan McIntosh úr HDF, teir baðir seinastu blivu í tvímansleiki Nr 3 til norðurlandameistaraheitið fyrr í ár.

Uni Árting í flokki fyri seg
Nógv fólk var komi saman til fyrstu kappingina aftana summarferiuna, hjá monnum er kappingin soleiðis skipa, at tað er ein A bólkur sum er fyri teir meir royndu leikarnar og so ein B bólkur fyri teir, sum ikki hava tær stóru royndirnar.

Í A bólkinum sóu vit at menn hava vant nógv í summar og var støði rættiliga høgt, serliga skaraði Uni Árting úr Havnar Dartfelag framúr og vóru fleiri av hansara spølum yvir 80 í miðal. Uni spældi seg eisini fram til finaluna, har hann vann 7-1 á Niels Thomsen eisini úr Havnar Dartfelag. Nr 3 gjørdust Jens Petur Poulsen úr Havnar Dartfelag og Jan Erik Fjallstein úr Vága Dartfelag.

Í B bólkinum komu Jóan Jakku Joensen úr Havnar Dartfelag og Rógvi Rasmussen úr D9 á Skála í finaluna. Jóan Jakku vann finaluna 5-2. Á triða plássi komu Carl Eli Nolsøe Samuelsen úr Havnar Dartfelag og Petur Johansen úr Leynum

Spennandi finala hjá kvinnum
Føroyskt dart saknar kvinnur, og eru rættiliga fáar sum tora út í feløgini, og til kappingar. Í ár hava bara 8 kvinnur luttikið í kappingunum, og á Skála leygardagin vóru 6 teirra.

Landsliðsspælarnir Birthe Sikivat úr Havnar Dartfelag og Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag spældu seg fram til finaluna. Finalan gjørdist spennandi og vann Birthe 4-3. Nr 3 gjørdust Jóna Miðalberg úr Klaksvíkar Dartfelag og Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo