Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Eystari Landsrættur er í Føroyum um dagarnar og fyrstu vikuna hava trý revsimál verið á skrá.

Mikudagin 23. august vóru tvey mál á skrá. Annað málið snúði seg um revsingina fyri brot á djóravælferðarlógina. Í hesum máli fellur dómur 31. august.

Í hinum málinum bleiv kæran tikin aftur. Tá ein kæra verður tikin aftur, verður dómurin hjá Føroya Rætti endaligur. Málið snúði seg um harðskap.

Hósdagin 24. august viðgjørdi landsrætturin eitt mál um kynsliga misnýtslu av barni undir 12 ár. Ákærdi hevði í Føroya Rætti fingið 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri annað kynsligt samband enn samlegu við abbadóttir sína, sum var undir 12 ár, tá brotini fóru fram.

Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya Rætti.

Eins og í Føroya Rætti luttaka dómsmenn í revsimálum í landsrættinum, um spurningur er um fongsulsrevsing, sum er 6 mánaðir ella meira. Dómsmenn eru vanlig fólk uttan løgfrøðiliga bakgrund. Í landsrættinum eru tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn. Dómsmenn luttóku í málinum hósdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo