40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Komandi vár verða landsroyndir fyri 10. ferð. Landsroyndirnar eru á vári, vanliga í apríl-mai. Vibeke Michaelsdóttir, ið hevur skrivað endaliga ritgerð á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum um landsroyndirnar í føroyskum, heldur, at landsroyndirnar áttu at verið væl fyrr í skúlaárinum.

- Tað er eftir mínum tykki ein stórur vansi við landsroyndunum, at tær eru so seint í skúlaárinum; av tí at tær eru so seint, er eingin tíð at arbeiða við úrslitinum hjá einstaka næminginum; vóru tær heldur fyrr í skúlaárinum, til dømis beint eftir heystfrítíðina, tá næmingarnir eru komnir væl í gongd, so var væl betri tíð at rætta upp upp á tað, sum landsroyndin vísir, at næmingurin tørvar. Vísa landsroyndirnar, at næmingurin tørvar at læra eitt hvørt í ymsu lærugreinunum, fært tú ikki gjørt nakað við hetta, fyrr enn skúlaárið eftir, og tað er ikki nóg gott. Dugir næmingurin í 4. flokki ikki tað, sum kann skal duga í apríl fjórða skúlaárið, nái eg sum lærari lítið og einki at gera; vísir kanningin hinvegin hetta í oktober, hava vit tíð at gera nakað við tað, sigur Vibeke Michaelsdóttir.

Tað er nógv, sum talar fyri at hava landsroyndirnar fyrr í skúlaárinum, heldur Vibeke Michaelsdóttir.

- Námsætlanirnar leggja upp til eitt býti, sum ger, at tað er hóskandi at hava landsroyndirnar í byrjanini í skúlaárinum.

Landsroyndirnar eru týðandi eftirmetingaramboð, verða tær brúktar rætt, metir Vibeke Michaelsdóttir.

- Royndirnar vísa ofta eina gongd; er lítið gjørt við mállæru til dømis, sæst hetta aftur í úrslitunum. Tað eru nógv viðurskifti viðvíkjandi landsroyndunum, sum kunnu broytast, bøtast og tillagast, soleiðis at tær verða betri; landsroyndirnar eru ein veruleiki, og eg skilji ikki, at lærarar ikki brúka tær. Eftir mínum tykki eru landsroyndirnar komnar fyri at verða, og eg haldi, at tær skulu vera.

Seinastu tvey árini hava landsroyndirnar verið talgildar; Vibeke Michaelsdóttir er ikki í iva um, at tær eiga at vera talgildar.

- Alt verður talgilt, eisini skúlin, og tað nyttar einki at bakka og ynskja, at alt var sum fyrr. Næmingarnir eru skjótir at koma á lagið at nýta teldurnar, tað er kanska verri við lærarunum.

Vibeke Michaelsdóttir, ið tók prógv sum lærari í summar, viðgjørdi í endaligu ritgerð síni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum landsroyndirnar í føroyskum. Hon hevur verið í sambandi við gott hálvt hundrað lærarar, sum eitt nú eru spurdir, hvørt landsroyndirnar gagna næmingunum og undirvísingini, um landsroyndirnar ávirka undirvísingina, um landsroyndirnar eiga at vera talgildar, um tær læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt og annað.

Lesið samrøðu við Vibeke Michaelsdóttir, lærara, í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo