Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.

Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig.

Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp, og tað verður Reyði Krossur, sum skipar, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.

Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo