40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í útvarpstíðindum í dag, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum m.a. at samfelagið var í djúpari kreppu og at hann tí hevði heitt á starvsmannafelagið at fáa strikað avtalaðu lønarhækking.

Eingin ivi um, at hann sum fíggjarmálaráðharri hevur fingurin á pulsinum og veit hvat hann tosar um.

COV19 hevur sum kunnugt rakt hart kring allan heim og er eingin ivi um, at hon eisini kemur at gerast ein dyggur búðskaparligur smeitur fyri føroyska samfelagið.

Nú landsstýrismaðurin hevur heitt á verkafeløgini um at vísa hógv og við starvsmannafelagið beinleiðis at strikað lønarhækkingina, so kundi tað uttan iva verið sera skilagott, at landsstýris-og løgtingsfólk gingu undan og vórðu tey fyrstu, sum, í hvussu so er eitt tíðarskeið, fóru niður í løn – eini 10 %.

Fleiri dømi eru um, at m.a.politikarar uttanlanda orsakað COV-19 eru farnir niður í løn. T.d. í New Zelandi hevur stjórnaleiðari har avgjørt, at alli ráðharrar har tað næsta ½ árið fara 20% niður í løn.

At landspoltiski myndugleikin soleiðis í krepputíðum gekk undan hevði uttan iva havt eina ja-liga ávirkan millum manna, soleiðis at onnur á teim “hægru rókunum” eisini fóru at vísa samfelagssinni, nú, samfelagið, sambært fíggjarmálaráðharranum, er í djúpari kreppu.

Eiði tann 11. mai 2020
Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo