Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mánadagin fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, á fund við amerikanska starvsbróður sín Antony Blinken.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkisráðharrin, Pelle Broberg, verða eisini á fundinum, sum verður í Keypmannahavn.

Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast.

Umframt fundin við amerikanska uttanríkismálaráðharran Antony Blinken fer Jenis av Rana at hava fund við danska uttanríkismálaráðharran Jeppa Kofod sunnudagin seinnapart og danska verjumálaráðharran Trine Bramsen týsmorgunin.

Jenis av Rana hitti undanfarna amerikanska uttanríkisráðharran Michael Pompeo í Keypmannahavn í juli í fjør.

Í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo