40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, skrivaðu undir nýggja sáttmálan í dag 25. januar

Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Føroya Lærarafelag fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Lønirnar hækka 2,3% tann 1. oktober 2017 og 2,5% tann 1. oktober 2018. Hesar hækkingar samsvara við tað, ið landsstýrið hevur sett av til lønarhækkingar komandi tvey árini.

Nýtt í semjuni er, at fyri nýútbúnan lærara, sum fyrsta árið er í starvi, verða játtaðir 40 tímar til samstarv við royndan lærara, soleiðis at hesin fær eina betri byrjan í lærarastarvinum.

Ásetingarnar um barnferð, sum vóru avtalaðar við Starvsmannafelagið áðrenn jól, eru eisini avtalaðar við Lærarafelagið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálunum við Lærarafelagið altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.

Harumframt eru aðrar ávísar tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo