Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Men skipið útbúgvingina soleiðis, at øll fáa gagn av honum! Lat okkum lyfta í felag og ikki stika okkum inni.

Borgarstjórin í Havn hevur ikki við einum einasta orði nevnt møguleikan at flyta heilsuskúlan úr Suðuroynni. Tvørturímóti mælti eg til at gera útbúgvingina tilgongiliga norðanfjørðs við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Tí hetta hevði fingið fleiri til at tikið útbúgvingina. Uttan mun til alt annað standa vit í teirri støðu, at alt ov fá taka útbúgving innan økið. Nøkur fáa útbúgving í Suðuroy og helst ber til at fáa enn fleiri at taka útbúgvingina har.

Men tað slepst ikki uttanum, at hópur av fólki ikki hava møguleika at flyta til Suðuroyar at ganga í skúla. Hjá ungum leysum kroppum ber hetta til, men torførari er hjá tilkomnum fólki, sum eru bundin av børnum, húsi og heimi. Tí meti eg tað púra nátúrligt, at øll hesi mongu fáa ein møguleika, t.d. við at vit umleggja útbúgvingina til eina lærlingaskipan, har næmingarnir læra við løn og taka skúlan gjøgnum fjarlestur.

Fyri okkum er hetta ein akuttur trupulleiki. Helvtin av landsins røktarkrevjandi borgarum búgva í okkara øki og ongastaðni er tørvurin so stórur á starvsfólki sum her. Tí mugu vit finna eina skjóta loysn, har ikki er neyðugt, at enn fleiri fara úr arbeiði at útbúgva seg, men útbúgva seg í arbeiðstíðini. Eg havi áður heitt á partarnar um at koma burtur úr øllum hesum trongskygdu og stuttskygdu tankagongdunum, har vit bara hugsa mørk – hvørt tað so eru mørk millum fakbólkar ella millum myndugleikar.

Vit eru eitt lítið land,og okkara størsta styrki er, at vit lættliga kunnu standa saman og vera samskipa – fortreytin er bara, at vit hugsa um felags loysnir, heldur enn at stika okkum inni, hvør í sínum lagi. Í sambandi við seinastu samráðingarnar millum KAF og Heilsuhjálparafelagið var gjørd semja um eitt protokollat, har samráðingarpartarnir ásanna trupulleikan, at ov fá faklærd starvsfólk eru á eldraøkinum. 

Sáttmálapartarnir eru samdir um at kanna, um grundarlag er fyri at seta heilsuhjálparar í hægri ella í fullan setanarbrøk, og annars at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum yvir høvur. Persónliga haldi eg framvegis, at til ber at umskipa útbúgvingina soleiðis. at heilsuhjálparar og aðrir fakbólkar á eldraøkinum fingu løn undir útbúgving. Tað hevði eggjað ungum, eisini hjálparfólkum, at tikið eina heilsuhjálparaútbúgving, tí fíggjarligu fyritreytirnar gjørdu tað møguligt.

Men so mugu vit hava størri fleksibiltet í útbúgvingina. Ikki við at flyta skúlan úr Suðuroy. Men við at skipa partar av útbúgvingini sum fjarlestur. Tí hetta hevði heilt givið fingið fleiri til at tikið útbúgvingina.

Hyggja vit at okkara egnu skipan í høvuðsstaðnum, so er útbúgvingartørvurin av heilsufakfólki til Heilsu- og umsorganartænastuna longu stórur í dag og fer at økjast komandi árini. Krøvini og væntanir til fakligheit, dygd og trygd í tænastuveitingini verða eisini herd, bæði frá heilsumynduleikum og frá einstaka borgaranum.

Sjúkrahúsinnleggingar gerast alsamt styttri og styttri, saman við at viðgerðarmøguleikar mennast og vaksa í vavi. Harafturat verða fleiri og fleiri viðgerðir møguligar at veita, sum lutvíst heimatilboð og ambulant tilboð.  Hetta setir aftur størri krøv til útbúgving av starvsfólki í primera økinum.

Okkara tøl í Suðurstreymoy síggja soleiðis út: 37% av starvsfólkunum í Heilsu- og umsorganartænastuni eru ófaklærd. 47% av starvsfólkunum eru eldri enn 50 ár. Gott ein triðingur – 100 starvsfólk - eru starvsfólk í aldrinum 30-49 ár.

Og umleið 70 starvsfólk eru í aldrinum 20-29 ár, og hetta er tann bólkurin av starvsfólki, sum ikki hevur valt sær yrkisleið, og sum starvast innan eldraøkið fyri at fáa sær starvsroyndir. Tað er sera umráðandi at skapa karmar fyri, at hesi starvsfólk, sum ynskja at arbeiða innan eldraøkið, fáa møguleika til at nema sær útbúgving.

Heilt fitt av teimum ófaklærdu, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni, hava gjørt vart við, at tað heilt einfalt ikki ber til, hvørki logistiskt ella økonomiskt, at fara til Suðuroyar, at nema sær heilsufakliga útbúgving. Tað er ein ógvuslig forðing, at ein ikki fær løn og bert hevur studna ( 4.471,00kr./mðr.) at liva fyri, um ein ikki skal seta seg í skuld við láni og ikki er einligur forsyrgjari, sum fær eyka gjald.

Av tí at allur ástøðiparturin er í Suðuroy, er eisini neyðugt at leiga kamar ella íbúð í Suðuroy, sum hevur eyka kostnað við sær. Tað er eisini ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hanga saman, um ein hevur smá børn, ið ganga á stovni. Til samanbering fáa tey løn undir allari útbúgvingini í Danmark. Lønin liggur typiskt um tær 9.500 kr. til 12.500 kr./mðr., men kann vera heilt upp í góðar 18.000 kr./mðr, um ein td. hevur starvast leingi innan yrkið.

Harnæst er stórsti parturin av teimum ófaklærdu, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni, kvinnur við børnum í skúla- ella barnagarðsaldri. Tá tað ikki er møguligt, at fáa orlov frá barnagarðsplássi, merkir tað, at tey missa plássið, um tey flyta til Suðuroyar í sambandi við skúlan.

Hinvegin, so er stórsti parturin av starvsvenjingin ikki í Suðuroy, og tað gevur aftur avbjóðingar í mun til at skula flyta børnini aftur og fram fleiri ferðir. Tað vísir seg tí at vera sera torført at motivera tey starvsfólk, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, til at fara til Suðuroyar at nema sær útbúgving.

Tí er eyðsæð, at skulu vit gera okkum vónir um at fáa útbúgvið fleiri starvsfólk innan røktaryrkið, so er neyðugt at finna aðrar møguleikar eisini, fyri at røkka tí samlaða málbólkinum. Tað er ikki ein haldgóð loysn, at halda á við einum stórum tali av ófaklærdum og heldur ikki í tráð við dagsins standard, politikkin innan økið og málið fyri eina dygdargóða tænastu til borgaran.

Tað er almenn vitan, at tað økið, sum hevur allarflest heilsurøktarar og -hjálparar, er Suðuroyggin. Heilt nátúrliga tí, at tey, ið búgva í oynni, taka útbúgving í oynni.

Tí endurtaki eg: Umskipið útbúgvingina, so næmingar kunnu taka útbúgving við løn og taka part av skúlanum sum fjarlestur. Fjarlestur virkar báðar vegir og onki eigur at forða fyri, at skúlin í Suðuroy skipar fyri fjarlestri.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo