Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit liva í eini tíð, har starvsfólk í umsorganarstørvum veruliga hava víst sítt virði, og í størri mun enn flest onnur hava noyðst at offra sítt frælsi, soleiðis at okkara veiku ikki koma í vanda.

Tí er tað nú enn meira greitt, at okkurt má gerast við ótolandi arbeiðsumstøðurnar hjá hesum starvsfólkum. Í miðal arbeiða heilsuhjálparar ein brøk á 0,7, ella 28 tímar um vikuna. Hetta merkir, at tey missa í miðal 6.000 kr. í inntøku hvønn mánað.

830 av okkara limum røkja 508 ársverk. Hetta talar sítt greiða mál um, hvussu nógv arbeiða niðursetta tíð. Hetta ávirkar bæði útgjaldið í ALS og til eftirløn, og er sostatt ein trupulleiki, ið fylgir okkara limum alt lívið.

Orsøkin byggir í stóran mun á hugburð. Tað er heilt vanligt, at hesi starvsfólk einans fáa boðið niðursettan arbeiðsbrøk, tí hugburðurin til umsorganarstørv er søguliga skeivur. Hann má og skal rættast beinanvegin.

Fleiri enn 90% av starvsfólkunum í umsorganarstørvum eru kvinnur, tí er hetta eisini við til at mótvirka javnsstøðuni í samfelagnum.

Tað er heilt legalt at bjóða starvsfólkum í umsorganarstørvum niðursettan arbeiðsbrøk sum standard.

Vit krevja, at okkara limir og øll umsorganarstarvsfólk, ið ynskja tað, sleppa at arbeiða fulla tíð. Hetta krevur eina umlegging, soleiðis, at allar vaktirnar eru á 8 tímar, og ikki sum í løtuni, tá starvsfólk í flestu førum, einans skulu vera til arbeiðis, tá spíssbelastningur er á deildini ella úti í heimatænastuni.

Arbeiðsgevarar eru við til at misnýta umsorganarstarvsfólk. Hetta er við til at styggja starvsfólk úr hesum størvum. Eisini er hetta vánalig umsorgan av okkara borgarum, tí at arbeiða við menniskjum er ikki bert grundleggjandi røkt, men tíð skal eisini vera til at geva innihald í lívið. Hetta er tíð til, um arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin.

Fyrimunirnir eru greiðir, geva vit umsorganarstarvsfólki betri treytir, so gerst hugurin hjá ungdóminum størri at útbúgva seg til heilsuhjálpara, heilsurøktara, sjúkrarøktarfrøðing, námsfrøðing osfr. Tað mangla hendur í hesum fakum.

Ein loysn, ið kann tryggja lógarkravdu hvílitíðina hjá teimum, ið arbeiða í skiftandi vaktum, er at sjálv arbeiðsvikan verður gjørd styttri, fyri at kompensera fyri skeivu arbeiðstíðirnar.

Fleksibiliteturin má ganga báðar vegir, bæði fyri leiðslu og starvsfólk. Møguleiki skal sjálvandi vera fyri at arbeiða niðursetta tíð, um tað ikki ber til at arbeiða fulla tíð, í eitt tíðarskeið í lívinum. Men hetta kann ikki vera normurin, ið verður boðin starvsfólkum.

Mismunurin er søguligur og var eisini sjónligur eftir, at Heilsuhjálparafelag Føroya saman við Føroya Arbeiðarafelag í 1990 gjørdi sín fyrsta sáttmála.

Tá sáttmálin var komin í gildi, blivu starvsfólk sett í fast starv, men okkum kunnugt, var eingin settur fulla tíð. Tímatalið var í staðin 15, 20 ella 25 tímar um  vikuna. Líka síðan hevur felagið stríðst fyri at fáa starvsfólk upp í tíð. Tí at eingin kann liva av so lágum setanarbrøki.

Hyggjast skal eftir normering og longd av arbeiðsviku, fyri at hetta skal eydnast. Tað eru nógv arbeiðsamboð ein kann nýta, t.d tørvsmetan/ arbejdspladsvurdering, har arbeiðstyngdin verður kannað og revurderað við jøvnum millumbili. Tað er bert ein spurningur um vilja hjá politiska myndugleikanum.

Vit skulu í felag gera tað møguligt hjá øllum umsorganarstarvsfólk at fáa eina fulla arbeiðsviku. Tað skylda vit hesum starvsfólkum, ið javnan verða nevnd fyri hetjur.

Hugsast kann eisini, at mann velur loysnir, har virðið á tímunum á skeivu vaktum, kvøld og nátt, verður sett hægri, tá er skjótari at koma uppá fulla tíð.  

Tórshavn 13.01.21
Mary Antonsdóttir, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo