40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skálatrøð hevur t.d. serliga stóran týdning fyri maritima umhvørvið og øll tey, sum hava bátar har og virksemi teirra.

Tað eru nógvir Havnarmenn, sum hava valt bátin til sítt frítíðarítriv og til at fáa sær eitt kók av og á, skjóta fugl og ikki minst til at fara í grind o.a.

Skálatrøð er sostatt ein týðandi partur av maritima umhvørvinum og tí hóskar eitt Tjóðleikhús ikki har.

Undirskriftirnar, sum eru savnaðar, bera boð um, at sera nógv Havnarfólk ynskja ikki  Tjóðleikhús á Skálatrøð, men eina aðra staðni - og tað eiga vit at lurta eftir.

Staðsetið heldur eitt Tjóðleikhús eystan fyri Norðurlandahúsið.

Eystan fyri Norðurlandahúsið er eftir mínari meting mest upplagt at byggja nýtt Tjóðleikhús, tí har er slíkt virksemi og umhvørvi frammanundan.

Eitt annað, sum talar fyri hesari staðseting, er logistikkurin til og frá einum slíkum bygningi, og hann hóskar betri við síðuna av Norðurlandahúsinum, enn at kroysta hann niður á Skálatrøð.

Vit kunnu ikki renna undan veruleikanum, nevnliga at Skálatrøð hevur stóran týdning fyri maritima umhvørvið umframt handlar, almennar stovnar og vinnuna sum heild.

Parkeringsplássini á Skálatrøð eru grundalagið undir handilsvirkseminum og øðrum virksemi í miðbýnum - tað er veruleikin.

Mín støða er greið - eg mæli til at staðseta Tjóðleikhúsið í Sortudíki.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo