Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SummarFestivalurin: Umsíðir varð tað veruleiki. Cliff Richard hevði konsert í Føroyum. Og tað gjørdist ein legendarisk konsert á Vágsbøi.

Cliff Richard telist millum størstu nøvnini í tónleikasøguni, og føroyingar hava havt ein serligan tokka til sympatiska og dugnaliga poppsangaran.

Í kvøld kundu tey so øll hittast – Cliff Richard og allir hansara føroysku fjepparar.

Cliff Richard sang nógvar av sínum kendastu sangum. Hann sang sjálvandi Summer Holiday, Livin Doll og The Young Ones, og hann hevði eisini sangir sum We Don’t Talk Anymore, The Millennium Prayer og rock ’n roll sangir frá 60’unum á skránni.

Løtan við Cliff Richard var legendarisk!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo