Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórsfest 2023: Tað munnu vera fáir føroyingar, ið ikki duga at syngja við til tónleikin hjá Tinganest og tí hevur Tórsfest tryggjað sær, at teir verða við á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 22. juli, til eina syngið við løtu av teimum heilt stóru.

Landaplágu omaná landaplágu hava hesir vágamenninir ríkað okkum við, í nærum 50 ár! Og lukkutíð fyri okkum, eru teir enn virknir og koma á Tórsfest 2023.

Teir eru festligir og herligir, hava vælsitandi tekstir og fangandi løg. Við teirra sjarmerandi vágasoundi og dialekt, hava teir skapað sangir, ið flestu føroyingar kenna og duga at syngja við til. Eisini eru teir framúr, tá teir fara á pallin.

Hvør kennir ikki sangir sum Vágagellan, 1001 nátt, Upp Á Tá, Válandi heim, Síðsti dansur, Annan Sang og Rumbuldós. Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá bólkinum Tinganest. Hetta eru legendur, sum fara at liva langt eftir at teir eru farnir og eru vit spent til hesa megnar løtu, sum verður 22.juli 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo