40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsgrannskoðanin: Lønarútreiðslurnar eru størstu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum; í 2019 rindaði landið 2,5 mia.kr. í lønum, og í 2018 vóru lønarútgjaldingarnar 2,4 mia.kr.

Landsgrannskoðanin hevur seinastu árini gjørt tvørgangandi grannskoðanir av lønum hjá landinum.

Nakrar ferðir hava vit vitjað allar stovnar og stjórnarráð fyri at kanna eina løn hjá hvørjum stovni.

Spurningar um fráfaringaravtalur og hvussu stórar samsýningar landið hevur goldið, tá ið leiðandi starvsfólk eru farin úr starvi, hava av og á verið viðgjørdir alment seinastu árini.

Onkrar avtalur hava verið orsøk til at tingfólk hevur reist fyrispurning til løgmann um viðurskiftini.

Í sambandi við lønargrannskoðan hevur Landsgrannskoðanin kannað fráfaringaravtalur, ið eru gjørdar í tíðarskeiðnum 2014 til 2019.

Endamálið við grannskoðanini er at kanna:

• um stovnar og ráð brúka reglurnar um fráfaringaravtalur í sambandi við, at starvsfólk fara úr starvi,

• um játtanir til lønir verða brúktar forsvarliga, t.e. um tað er dýrari fyri landið at gera avtalur enn at brúka reglurnar um uppsagnir, og

• hvussu myndugleikarnir umsita uppsagnarreglurnar í vegleiðingini frá Fíggjarmálaráðnum, 15. januar 2014 ”um uppsøgn”.

Sí frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo