Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Leiðslan í Sjálvstýri fekk í dag dygga undirtøku á eykaaðalfundinum, sum var hildin í Lamba. Fundurin var góður og siðiligur, hóast torfør mál vóru á skránni.

Fundurin byrjaði við, at formaðurin greiddi frá støðuni í flokkinum. Fundarluttakarnir fingu høvi at seta fram spurningar og siga sína hugsan.

Fleiri mál vóru á skránni, eitt nú broytingar í viðtøkunum. Broytingin umfatar øksifeløgini og tal á nevndarlimum í økisfeløgunum. Farið verður aftur til átta økisfelg, ið vil siga, at Streymoyggin aftur fær tvey økisfeløg. Umframt verður nú møguligt at manna nevndirnar við frá trimum til sjey limir.

Flokksleiðslan ætlar at leggja dent á samstarvið við økisfeløgini. Málið er at styrkja feløgini. Tí verður neyðugt at fáa umboð floksins vald í bý- og bygdaráð, ikki bara í Havn og Klaksvík, har stillað verður upp politiskt, men kring alt landið.

Flokkurin fer í politiska arbeiðinum serliga at leggja dent á rættin hjá tí einstaka borgaranum.

Hin 1. novembur 2023 læt Sjálvstýri Løgmálaráðnum tilsamans 814 undirskriftir, og av teimum eru tær 804 góðkendar. Flokkurin er tískil góðkendur at stilla upp til komandi løgtingsval.

Sámal Petur í Grund
Formaður Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo