40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ásannandi at tørvur støðugt er á fleiri bústøðum í Tórshavnar kommunu, og at neyðugt er at útvega fleiri byggiøki, fer Tórshavnar kommuna undir at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu. Talan er um 48 leiguíbúðir, umframt eitt sethúsaøki.

Keyparin av ognini skal prosjektera útstykkingina, soleiðis at samlaða byggingin er skipað í eini heild í mun til lendið og felagsøki. Økið skal skipast við atliti at atkomuviðurskiftum fyri øll, bæði í byggingini sjálvari og í mun til atkomu- og ferðsluviðurskiftum í økinum.

Tilmælið frá umsitingini var, at umsitingin fær heimild at bjóða økið við Miðhorn út í almennari sølu, at útbjóðingin skal skipast í tvær verkætlanir, sum eru sethúsaøki og íbúðarbygging til leigu.

Hesum hevur ein meiriluti í teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndini og nú fíggjarnevndini tikið undir við. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo