40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til tykkum øll.

Nú er tað komið út í tíðindunum, at fólk onki leggja í at tey eru sett í sóttarhald og ganga og reika runt.

Um tað er onkur, sum er komin heim frá útlondunum, hava tit onga virðing fyri Føroya landi og íbúgvum tess. Føroya land bað tykkum koma heim. Tað kundi líka so gott hent, at myndugleikarnir søgdu, at tit als ikki skuldi koma og bara sita har, sum tit eru í útlondunum uppá egna rokning. Men nei, best var, at tit komu heim og so gera tit hetta afturfyri.

Um tað er onkur, ið er í smittuketuni, ið er uppstaðin í Føroyum. Ja, myndugleikarnir kunnu ikki blaka tykkum av landinum. Men hvat skal ein gera uttan at siga: far og verð í sóttarhaldi. Virðið hetta.

Eg fylgdi við, tá skriva bleiv til Pál Weihe og heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tað rann mær kalt niðureftir rygginum, tá eg sá, at ein hevði sett tann spurning, um tað ikki var nokk at sita heima í fimm dagar ístaðin fyri 14 dagar. Er virðingin virkuliga so lítil yvirfyri onnur menniskju?

Eg skilji væl, at fólk eru stúrin, tí tað eru slík fólk í samfelagnum, ið hugsa so stutt, ið ikki síggja longur út enn til egna nøs.

Eg skilji væl, at onkur hugsar um at hamstra mat í aðru syftu, nú tað er komið út, at tit als ikki virða tykkara sóttarhald. Tí so sleppa tey fyri tað minsta frá vandanum at møta onkrum av tykkum.

Eg skilji væl, at ein kann blíva eitt sindur svakur í høvdinum av at sita inni í 14 dagar út í eitt. Eg eri ein persónur, ið ikki hevur brúk fyri tí heilt stóra av útilívið. Eg havi sitið heima nú síðani fríggjadagin og eg eri eisini um at ganga av verðini. Tó siti eg ikki í nøkrum sóttarhaldi, men geri tað fyri mítt egna besta.

Hví siti eg so alla tíðina heima hesar dagarnar? Hví fari eg ikki út, tá eg føli, at nú er tørvurin har?

Tað er tí at tú, sum er settur í sóttarhald, ikki ger tað!

Eg eri ein av teimum í hesum bólkunum við verri immunverju. Eg taki immundempandi heilivág. Men ikki so ógvusligt sum t.d. tey, ið hava fingið eina transplantasjón, fáa kemo o.s.fr. Eg KANN steðga, men eftir eitt prát við læknarnir, skal eg halda áfram at taka mín heilivág.

Bólkar eru komnir á sosialu miðlunum. Fólk, ið vilja hjálpa. Deiligt við slíkum eldsálum. Er tað ikki lættari fyri hesi fólk, um tey bert skuldu t.d. keypa inn fyri tykkum 100+ sum sita í sóttarhaldi enn at skula hjálpa ØLLUM hinum, sum ikki tora út... tí at tú fer út?

Eg havi sitið og hugsað, hvussu eg kann minka um trýstið úti hjá heilsumyndugleikunum. Um eg kanska steðgaði við mínum heilivági, so skuldi eg tað minni til kontrol blóðprøva og so er tað minni hjá Rannsóknarstovuni at gera. Men eg hevði komið at liva eitt lív í snøgt sagt helviti av einum steðgi við mínum heilivági.

Tað eru kanska fleiri, ið hugsa eins og eg. “Um eg steðgi fyribils, so hava tey tað minni at hava stýr á.”

Men so er spurningurin, hví skal eg gera lívið hjá mær enn verri fyri at lætta trýsti hjá heilsuverkinum, tá tú í floytandi líkasælu fer út at reika? Tú er ikki biðin um at fara í kríggj. Tú er ikki ein tvangsinnlagdur persónur. Tú hevur fría atgongd til internet, stroymitænastur og alt møguligt annað, bara tú heldur teg heima ella hvar tað nú er, tú skal sita í sóttarhaldi.

Skal tað koma ein lóg, sum tryggjar, at tú fer í sóttarhald?

Skal tað koma so langt, sum í øðrum londum, at tú skal endar við at revsast fyri at ikki at sita í sóttarhaldi?

Skulu myndugleikarnir halda í tínari hond?

Skal tú verða koyrdur í eitt ORDILIGT fongsul fyri at tryggja, at tú ikki fer út at reika?

Vís at tú er nóg vaksin.

TAK ÁBYRGD!

Ein dulnevndur lesari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo