40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Málið við Útoyggjastevnunum er at varpa ljós á útoyggjarnar, og geva høvi til, at útoyggjafólk og avbygdafólk kunnu hittast til gaman og álvara.

Stevnan í ár, liggur sama dag sum Tórshavnar kommuna hevur Oyggjadag. Hetta inniber, at skipaðir túrar eru úr Tórshavn til Koltur, Hestur og Nólsoy. Kunning um hetta er á www.torshavn.fo

Útoyggjastevnan kemur at gerast ein natúrligur partur av oyggjadegnum í Hesti, men hevur tó sína egnu skrá. Dentur verður, sum altíð, lagdur á at lýsa bygdina og tess mentan. Tey sum vitja í Hesti leygardagin, fáa sostætt høvi at hoyra frásagnir um bygdina, kirkjuna, náttúruna o.a. Høvi er at keypa sær mat o.a. frá bygdafólki, taka lut í togtogan og kvøldarhugni við felagssangi.

Útoyggjafelagið fer at kunnað um tiltøk og verkætlanir í Fiskahúsinum. Av tí at evnið fyri hesa stevnuna er ”vinna og íverksetan”, verður ein framsýning og kunning um ávegis vinnutiltøk á útoyggj, og eitt av hesum er m.a. eitt spennandi tiltak í Hesti.

Útoyggjafelagið hevur sín árliga aðalfund kl.11, og kl. 13.30 kemur Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum at seta stevnuna.

Skráin leygardagin
09.00 – 10.00  Morgunmatur í Bygdastovuni
11.00 – 12.30  Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum
10.00 – 20.00  Fiskahúsið letur upp
10.30 -             Matsølurnar lata upp
12.00- 19.00    Gamlar myndir úr Hesti vera sýndar framm á skúlaloftinum
13.30 – 14.00  Siri Stenberg setur útoyggjastevnuna           
14.00 – 16.45  Túrur út á Skarð og inn á vøtnini, við staðkønum
14.00 – 16.45  Túrur inn á Sund, við staðkønum
14.00 – 16.45  Túrur runt í bygdini sum endar í kirkjuni, við staðkønum
14.30 – 16.30  Vinna og íverksetan - framsýning í fiskahúsinum
17.00 – 18.00  Útoyggja-togtogan, menn og kvinnur
18.00 – 19.00  Túrur runt í bygdini -við frásøgufólki
19.00 – 20.00  Sangløta heima í Túni
20.00 – 21.00  Upp á gólv í bygdastovuni
21.00 -             Kvøldhugni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo