40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

26. mars hevði KVF eitt innslag í Degi og Viku um at nýggja heimasíðan www.bygdagøtur.fo er eitt kopi av síðuni hjá Pól Sundsskarð (hikewithpol.fo).

Størri parturin av innslagnum varð brúkt til eina samrøðu við Pól Sundskarð, sum við ógvusligum orðingum legði Visit Faroe Islands undir at kopiera alla hansara síðu.

Innslagið gjørdi onga roynd at kanna, hvat var fakta og ikki, ongin óheft sammeting var av síðunum, sum kundi avdúka um nakað tíðinda- ella sannleiksvirði var í tí sum Pól førdi fram og heldur ikki fekk Pól Sundsskarð nakran kritiskan spurning. Har var stutt sagt ongin journalistisk viðgerð, bara eitt ókritiskt upplegg har ein partur fekk opna mikrofon, ímeðan hin so skuldi svara, við sera stuttum skotbrá og uttan at fáa høvi at síggja ella hoyra kritikkin áðrenn.

Tað er ivaleyst stuttligari og meiri spennandi at fortelja søguna um stóra almenna stovnin, sum fyrilitarleyst trumlar lítlar privatar veitarar niður. Men hetta eru ikki seriøs tíðindi og hetta hevur onki við veruleikan at gera, bara tí at Pól Sundskarð heldur tað. Og hví í allari verðini skuldi Visit Faroe Islands eisini havt áhuga í at kopiera nakra heimasíðu?

Hóast veruleikafjart, so skerst tað ikki burtur, at innslagið í KVF sáddi ein mistanka um kopiering, ið stendur eftir. Miðlaskapti mistankin var eisini beinleiðis orsøk til at Aksel V. Johannesen reisti ein skrivligan fyrispurning til Helga Abrahamsen um eitt mál, ið ikki er til.

Vit valdu upprunaliga ikki at svara ákærunum, hóast tær vóru bæði grovar og ógrundaðar, tí vit hugsaðu at tað var skilabest at lata málið fara, at ein almennur instansur skal tola eitt sindur av hvørjum o.s.fr.

Tað var ein feilur at vit ikki gjørdu tað. Ikki bara tí at slíkar grovar skuldsetingar eiga at vera vístar aftur, men eisini tí at tað er ein háan móti tí stóra arbeiði ið liggur aftanfyri nýggju og nýskapandi síðuna. Og tá ongin seriøs uppfylging sær út til at koma í miðlunum, kenna vit okkum noydd at kasta ljós á málið.

So kunnu tey ið hava áhuga í málinum um ikki annað hava fakta uppá pláss.

Bygdagøtur.fo vs. Hikewithpol.fo
Tað er absolutt onki á síðuni bygdagøtur.fo, ið er tikið frá hikewithpol.fo. Tað krevur ikki nakra kanning ella serkunnleika at staðfesta, at so er. Ein skjót sammeting av síðunum avdúkar beinanveg, at talan er um fullkomiliga hvør sítt.

Í innslagnum í Degi og Viku vísti Pól Sundskarð á, at bygdagøtur.fo hevur leitifunkur, ella filtur, sum eisini eru á hikewithpol.fo. Hóast hetta var tað sum varð tikið fram sum dømi um kopiering, so ber eisini skjótt til at staðfesta, at filtrini eru ymiskt skipaði, tað eru ymiskir leitimøguleikar á báðum síðum og leiti-kategoriirnar eru ymiskar.

Sjálvsagt eru nakrir hentleikar ið koma at minna um hvønn annan, tá talan er um síður, ið lýsa gongutúrar. Til dømis at tað ber til at leita eftir einum túri út frá torleikstigi ella landafrøði. Tað er púra vanligt, eisini fyri líknandi síður í útlondum, men tað hevur altso onki við kopiering at gera.

Sostatt ber skjótt til at staðfesta, at sjálvt tað sum í innslagnum varð tikið fram sum dømi um kopiering, ikki er kopierað. Loysnirnar eru heilt ymiskar og síðan bygdagøtur.fo gevur brúkaranum nógv fleiri filtrerings-møguleikar. Fyri at nevna nakrar, so ber t.d. til at leita eftir rundtúrum ella familjuvinarligum túrum, eins og tað er møguligt at finna túrar á einum Føroyakorti, so einhvør lætt kann finna ein túr ið hóskar til tørv og høvi.

Alt hetta snýr seg bara um munirnar á forsíðuni, har til ber at fáa yvirlit yvir túrar og at velja sær ein túr út frá ymiskum treytum. Tá ein so hevur valt sær ein túr á síðunum og tá byrjar at sammeta loysnirnar, verður tað sera týðiligt, hvussu stórur munurin er á heimasíðunum.

Bygdagøtur.fo hevur eina røð av nýggjum hentleikum, ið hava til endamáls at geva ferðafólki so greiða og neyva kunning um ymisku ruturnar sum til ber.

Hjá Visit Faroe Islands er tað týdningarmikið, at fólk eru greið yvir, hvørjir møguligir vandar eru á farleiðini, hvørji serlig atlit eru at taka og hvussu ein helst skal bera seg at t.d. viðv. parkering. Tað er umráðandi at fólk fáa vitan um serlig eyðkenni við landslagnum har túrurin er ella um ríkt fuglalív o.a. Og tað er at enda eisini avgerandi, at heimasíðan kann hjálpa fólki at finna leiðina, t.d. um mjørki kemur á ein.

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands
Tíðliga í tilgongdini at skipa ferðavinnuna var tað okkum greitt, at vit hava tørv á eini nýggjari almennari heimasíðu, ið nettupp gevur ferðandi slíka góða, støðuga og óhefta kunning um gongutúrar í føroysku fjøllunum.

Ein almenn síða, ið skal liva upp til heilt aðrar treytir og sum hevur eitt heilt annað endamál og málbólk enn ein privat síða, ið er til at selja túrar við ferðaleiðara.

Hetta snýr seg um almenna ferðafólkaleiðbeining, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Visit Faroe Islands. Fyri at hava øll viðkomandi viðurskifti við frá byrjan, var tað tískil neyðugt at skráseta og uppmerkja allar gonguleiðirnar og praktisku viðurskiftini kring leiðirnar frá grundini. 

Síðan er eitt týðandi amboð í arbeiðinum at skipa føroysku ferðavinnuna og tí er tað av týdningi, at Visit Faroe Islands hevur sjálvstøðugt ræði og ognarskap av hesi síðuni, ið stigvíst verður ment og útbygd so hon altíð svarar tí tørvi sum er á greiðari ferðafólkakunning um gongutúrar í Føroyum.

Ætlanin við síðuni er t.d. eisini at vísa til aðrar hentleikar og tilboð í ymisku økjunum, so síðan eisini kann brúkast sum eitt amboð at eggja fólki at leggja meiri eftir seg og at spjaða ferðafólk til ymisk støð í landinum. Somuleiðis er heimasíðan tætt knýtt at heildarverkætlanini sum snýr seg um at uppmerkja allar bygdagøtur við skeltum og aðrari leiðbeining.

Harafturat er tað ikki nakað nýtt, at Visit Faroe Islands veitir ferðafólki kunning um gongutúrar eftir bygdagøtum í Føroyum. Tað hevur verið gjørt við hiking-faldaranum, ið hevur verið framleiddur síðani 2015. Tað at kunningin um gongutúrar nú eisini er at finna á talgildum miðli, er bara ein natúrlig menning, ið er við til at betra um almennu ferðafólkakunningina.

Hóast Pól Sundskarð í síni tíð fekk almennan stuðul á uml. 300.000 kr. til at menna heimasíðuna hiking.fo, sum Jarðir nú hava keypt, so er endamálið við nýggju síðuni framvegis vinnuligt, at selja túrar við ferðaleiðara.  Tí er tað eisini natúrligt at kunningin á hikewithpol.fo er sera avmarkað og at brúkarin í staðin verður eggjaður til at senda ein fyrispurning um tilboð við at trýsta á knøttin “send fyrispurning”, ið er virkin og sera eyðsýndur á øllum undirsíðum.

Í ákærunum frá Pól Sundskarð og í skrivliga fyrispurninginum frá Aksel V. Johannesen, verður alment sett upp ímóti privatum og roynt hevur verið at gera málið til ein trupulleika um ójavna kapping. Sum greitt er frá omanfyri, so er hetta langt burtur frá ein spurningur um kapping.

Samanumtikið kunnu vit heldur staðfesta púra greitt, at talan er um hvør sínar heimasíður við fullkomiliga hvør sínum endamáli, málbólki og funktión.

Jóhan Pauli Helgason

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo