Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mynd: JN.FO

Mynd: JN.FO

Mynd: JN.FO

07 Vestur: Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur.

25-ára gamli sandavágsmaðurin, miðvallarin og nú aftur eisini liðskiparin, er ein av týðningarmestu leikarunum í ár, sum hann eisini hevur verið í fleiri ár. Við longda sáttmálanum verður hann knýttur at felagnum eisini framyvir.

Eftir at hava verið skaddur í so gott sum alt 2020, spældi hann stóran leiklut í fjør, men tó mest á høgra bakki. Har byrjaði hann eisini í ár, og hevur eisini spælt onkran dyst í miðverjuni, men bleiv so fluttur inn á miðjuna, har hann síðan hevur leikt.

Áðrenn umfatandi knæskaðan í 2020 var Høgni liðskipari, og eftir nøkur umfør í ár, fekk hann aftur álitið, sum klæðir honum so avbera væl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo