40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hon hevur nú í nakrar mánaðar kannað umstøðurnar hjá útlendskum arbeiðarum í Føroyum.

Støðan sigst vera óhugnalig.

Prógvið er Jekaragøta í Havn, har Liljan hevur valt út nøkur serlig kømur til sína ”kanning”.

Hesin felagsnevnarin er normurin fyri landið.

Hvussu 100 tals rumenar ella póllendingar hava tað í Eysturoynni, Norðoyggjum og aðrastaðni, sigur kanningin einki um.

Trý kømur á Jekaragøtu, siga alt um Føroyar.

Tað munnu sita nógv fólk kring landið og smílast at kanningini.

At Føroyar eru annað og meira enn Havnin, er ongantíð gingið upp fyri KVF.

Men nú hevur KVF gjørt landið uppaftur minni.

Nú eitur okkara land ikki longur Tórshavn, men Jekaragøta.

Fakfelagsleiðararnir Selfoss og Brimsvík rósa ”kanningini”.

”Eingin føroyingur hevði viljað búð í slíkum umstøðum”, siga teir.

Og tað er helst satt.

Men Selfoss og Brimsvík høvdu neyvan takkað ja at búð í teimum bingjum, sum norskir NCC arbeiðarar húsast í.

Men hetta sjónarmið er púra óviðkomandi fyri kanningina.

Norðmenn búgva ikki í Jekaragøtu.

Og kanska eru norðmenn nøgdir við sín arbeiðsbústað í Føroyum, tí veruliga heim teirra kann vera ein marglætisbústaður í Stavanger.

Ein skemtiligur partur í framløguni hjá Liljuni var tá hon segði, at rumenar eru tvingaðir í fakfeløg hóast frælsi eigur at vera á hesum øki.

Neyðars rumenar sum verða so illa viðfarnir á okkara leiðum, at teir noyðast at vera organiseraðir fyri at arbeiða í Føroyum.

Vil Liljan harvið mæla rumenum til at melda seg úr fakfeløgum við kollektivari avtalu og gera individuellar avtalur við sínar arbeiðsgevarar?

Og hvat siga fakfelagsleiðarar, sum hava rindað fyri eina ”kanning” ið óbeinleiðis undirgrevur fakfelagsarbeiðið?

Fakfeløgini hava eisini rindað fyri eina kanning, sum beinleiðis setur kílar millum fakfeløgnini.

Og fakfelagssamstarvið hevur eisini verið við til at goldið fyri kanningina.

At hugsa sær - eitt samstarv, ið setur kílar millum feløg!

Stuttligari kann tað neyvan gerast.

Havnar Arbeiðarafelag stendur mest fyri skotum í ”kanningini”, tí flestu rumenar eru organiseraðir sum limir hjá Hans Joensen.

Eli Brimsvík sigur, at handverkarafelagið ”eigur” rumenarnar, men kanska Hans ”stjelur” fakfelagsgjaldið.

Tað kundi verið áhugavert at hoyrt, hvørja meining Hans Joensen hevur til hetta.

Hann hevur jú eisini goldið fyri hesa ”kanning” sum svertar hansara egna fakfelag ”Havnar Arbeiðarafelag”.

Tann bláoygdi KVF hyggjarin/lurtarin kemur ókritiskt til ta niðurstøðu at bústaðarumstøðurnar hjá øllum rumenum eru heilt út av lagi.

Men tann skilvísi hyggjarin/lurtarin mann helst sita eftir við eini øðrvísi fatan, tí upplýst fólk eru greið yvir, at Føroyar eru størri enn Jekaragøta og sannleikin er helst størri enn Liljan.

Og neyvan man lýsingin av Jekaragøtu vera serliga objektiv.

Hvat við kelduávísing og nøgdsemismeting?

Hevur tað ikki týdning fyri journalistin?

Tað skuldu fýra landsstýrismenn og advokatrokningar fyri nærum eina millión til, fyri at fáa Liljuna Weihe úr sessinum sum tíðindaleiðari í KVF.

Men nú er hon aftur í Sortudíki.

Ikki gjøgnum bakdyrnar, men loftsvindeygað.

Tað er eingin ivi um, at Liljan framvegis hevur sínar fjeppar á Aktueltdeildini í Kringvarpinum, sum kunnu tryggja henni pressukampanju í bestu senditíð, hóast innsløgini ikki uppfylla grundleggjandi treytir fyri óheftum journalistiskum arbeiði.

Logikkurin í kanningini er einfaldur: Jekaragøta er Føroyar og Føroyar er Jekaragøta.

Vit kunnu bert staðfesta, at Liljan er Liljan og KVF stendur í stað.

Okkara fakfeløg krevja frammanundan nógv í limagjaldi.

Men hví skal okkara limagjald umframt kringvarpsgjald tveitast burtur til óseriøsan kampanjujournalistikk.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo