40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Lindin: Lindin er føroyskt kristiligt kringvarp, sum ikki er heft at nakrari ávísari samkomu. Lindin byrjaði at senda útvarp 21. jan. 2000.

Og síðani tá hevur Lindin trúliga sent útvarp út til føroyingar. Endamálið hjá Lindini er m.a.: at skapa umstøður til at kunngera boðskapin um kærleika Guds gjøgnum kristnan tónleik og bíbliugrundfesta undirvísing, og at gera Føroya fólk tilvitandi um kærleika Guds og fyrigeving syndanna.

Nú hevur Lindin so lagt poddvarp afturat sínum sendirásum. Tann fyrsta poddvarprøðin hjá Lindini, er ein sendirøð, sum hevur verið útvarpað fleiri ferðir og er óivað tann sendirøðin, ið hevur verið best umtókt í søguni hjá Lindini. Sendirøðin eitur “Ein ferð gjøgnum bíbliuna” og livir sera væl upp til endamálini, ið eru nevnd omanfyri. Tað var Eydna Háberg, sum átti hugskotið til hesa røðina. Tá Eydna fór av landinum, heitti hon á Símun Absalonsen og Jógvan Zachariassen um at taka yvir. Teir báðir fóru síðan ígjøgnum allar bøkurnar í bíbliuni.

Hendan røðin kann nú downloadast sum poddvarp á flestu podvarpplattformum, t.d. Apple podcasts og Spotify. Eisini er møguligt at hoyra allar sendingarnar á heimasíðuni niðanfyri. Framyvir fer Lindin at koma út við fleiri poddvarpsendingum.

https://ferd.transistor.fm/episodes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo