Grønlendski línubáturin Masilik er farin á land í Íslandi, tað skrivar miðilin Aflafréttir.
19 mans eru við Masilik, og VP frættir, at fleiri eru føroyingar.
Sjóverjuskipið Freyja og ein sleipibátur eru hjá Masilik, veðrið er gott, og teir fara seinni at gera eina roynd at fáa hann av.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo