40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Serliga búmerkið, ið markerar, at 50 ár eru liðin, síðani Lions Club Tórshavn var settur á stovn tann 19. november í 1966

Serliga búmerkið, ið markerar, at 50 ár eru liðin, síðani Lions Club Tórshavn var settur á stovn tann 19. november í 1966

Sum so nógva aðrastaðni kring knøttin er Lions Club eisini ein týðandi partur av vælgerandi arbeiði í Føroyum, umframt at føroyski innsatsurin eisini í fleiri førum hevur rokkið væl út um landoddarnar. Nú leygardagin eru júst 50 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð góðkendur og tikin upp í Lions Club International, sum tann fyrsti Lions-klubburin her á landi.

Hesum ger Lions Club Tórshavn eisini nógv burturúr, og leygardagin klokkan 14 verður stór móttøka í Müllers Pakkhúsi í Havn, og klokkan 19 verður veitsla fyri yvir hálvtannaðhundrað gestum, ið bæði fevnir um limir og onnur innboðin.

– At vit halda okkara stóra, runda dag í júst Müllers Pakkhúsi, er heldur ikki av tilvild, tí Lions Club Tórshavn hevur gjørt eina langtíðar leiguavtalu við Tórshavnar kommunu um høli í ovastu hæddini, sum nú verður innrættað og riggað til, sigur Gunnar Streymoy, forseti í Lions Club Tórshavn.

– Síðstu mongu árini hava vit húsast í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, har vit eisini hava fingið allarbestu sømdir, sum vit eisini vilja takka felagnum fyri. Men nú vit koma í ovastu hæddina í Müllers Pakkhúsi, fáa vit uppaftur betur umstøður og kunnu skipa okkara virksemi øðrvísi, tí har fer eitt nú at bera væl til hjá ymsu undirnevndunum at hava fundir, gera fyrireikingar og annað.

Handað 305.000 krónur
Móttøkan, sum verður leygardagin frá klokkan 14 til 16, verður tó niðriundir í Müllers Pakkhúsi, tí enn er ikki alt liðugt í erva. Har verður sangur við Tórshavnar Manskóri, umframt at Gunnar Streymoy, forseti, sigur nøkur orð, og røður verða frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, Jørn Due og John Jagd frá Lions Club Danmark, umframt at Niels Nattestad fer at hava eina stutta gjøgnumgongd av Lions Club Tórshavn.

Í sambandi við 50 ára haldið er gjørt eitt minnisrit, og tað fer Poul Geert Hansen at leggja fram, og síðani verða handaðar gávur upp á tilsamans 305.000 krónur til 13 feløg og stovnar, sum Lions Club Tórshavn ynskir at lívga, nú klubburin hevur sítt hátíðarhald. At enda spæla næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla.

– Yvirhøvur vil eg siga, at tað gongur heilt væl hjá Lions Club Tórshavn, tí her er nógv virksemi og menn vísa áhuga fyri at vera við, tá skipað verður onkrum. At vit nú fáa enn betri karmnar at húsast í, fer helst at gera tað enn stuttligari og lættari, sigur Gunnar Streymoy.

Umframt at Lions Club Tórshavn hátíðarheldur sína fyrstu hálvu øld, verður eisini ein heilt serligur kyndil at síggja í Müllers Pakkhúsi, sum er í sambandi við eitt annað stórt hátíðarhald, ið stendur fyri framman, tí næsta ár eru 100 ár liðin, síðani Lions Club International var sett á stovn, og tað verður so eisini markerað eitt sindur, nú 50 ára hátíðarhaldið í Havn er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo