Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Helgi Fossádal

Helgi Fossádal

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær inn í Gamla Seglhúsið, leygardagin á Summarfestivalinum, har listamaðurin Eyðun av Reyni hevði fernisering kl. 14:00.

Signar í Homrum, sum sjálvur skuldi á tann stóra pallin kl. 16:00, hevði eisini sett sær tíð av til at framføra nøkur løg við sínari framúrskarðandi rødd.

Helgi Fossádal røddi til og um listamannin, og aftaná kundu fólk njóta framsýningina og annars fáa sær lættari ábit og okkurt leskandi afturvið.

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar 21 oljumálningar og hongur hon uppi fram til 5. september 2016.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00

Sunnud. kl. 14.00 - 18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!

-----

Røðan hjá Helga Fossádal:

Góðu tit

Fyrst vil eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð til listaframsýningina hjá Eyðuni av Reyni í Gamla Seglhúsinum.

Til tykkum bæði Jastrid og Símun - takk fyri, at tit hava lagt lunnar undir og skapt hesar einastandi karmar fyri mentanarligum tiltøkum í Klaksvík í hesum tignarliga Gamla Seglhúsinum. 

Tað hevur verið stórur tørvur á einum  tílíkum staði í Klaksvíkini og við at velja Gamla Seglhúsið, sum karm um tey mentanarligu tiltøkini, hava tit megnað at samantvinnað fortíð og nútíð, sum gevur eina serstaka uppliving hjá áskoðaranum.

At fara undir eitt tílíkt tiltak krevur áræði, tol og arbeiðssemi, um tað skal eydnast og ikki minst, at fólkið tekur undir og stuðlar hesum, og tað hava tey gjørt. 

Tit hava havt skiftandi listaframsýningar í húsinum, og í dag er tað so Eyðun av Reyni, sum sýnir fram. 

Um listamannin Eyðun av Reyni, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bókini um Eyðun av Reyni: 

…”Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. 

Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatnrøttum litblokkum”.

Myndirnar á framsýningini kunnu býtast í tvey,

Tær abstraktu myndirnar hevur Eyðun við hepnari hond og hugflogi arbeitt við seinastu 20 - 30 árini, og sum hevur verið drívmegin í listini hjá honum. Sum dømi her á framsýningini kunnu nevnast myndirnar  -  ”Strandarmynd,” ”Mánalýsisnátt” - ”Sólarmyrking” – ”Sólartám” osfr.

Og um tær náttúr-abtraktu myndirnar kann sigast, at her er Eyðun farin at rógva aftur á til 80’ini, og eru hesar hegnisliga nútímasgjørdar;  sum dømi her eru myndirnar  - ”Úr Kunoy”, - ”Mykines” og ”Úr málaraskemmuni”.

Listamaðurin hevur ikki sett seg í bás, men er altíð ávegis -

Málningar  tínir eru samansettir við sterkum litum, og við stórum og breiðum pensilstrokum og myndamáli abstraherar frá myndaevninum,  og tó – so haldi eg, at vit klárt kunnu hóma náttúruna og tónleikin í myndunum;  hetta megnar tú til fulnar.

Góði Eyðun, eg havi varhugan av, at tú ert,  eins og flest onnur listafólk undan eini fernisering, spentur og eitt sindur fjálturstungin,  - hvussu verður framsýningin móttikin, eru málningarnir ov torskiltir. Spurningarnir eru nógvir, tú setur tær sjálvum.

Tú kanst vera tryggur,  tí áskoðarnir í dag eru meiri tilvitaðir í síni listarligu fatan bæði so og so. Tú setur hugflog  áskoðarans í gongd við tínum málningum, tú vísir ikki alt fyri okkum, men letur spurningarnar standa opnar,  so vit kunnu halda áfram at tulka málningar tínar – vit verða ongantíð liðug.  Og tá er eftir mínum tykki ein málningur góður.

Hesa framsýning kanst tú verða errin av, hon er góð og áhugaverd.

Og við hesum fáu orðunum fari eg at ynskja tær og fyrireikarunum her norðuri til lukku og góða eydnu við framsýningini.

Takk fyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo