Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Aftur hesar páskirnar letur listaframsýning upp í fimleikahøll skúlans við Gøtugjógv.

Lokal listafólk – bæði yngri og eldri –  sýna fram, og vit fara at síggja bæði málningar og tekningar. Summi av listafólkunum hava verið við til hesa árligu páskaframsýning í mong ár, men summi sýna nú fram fyri fyrstu og aðru ferð. Og til ber at siga, at her eru bæði meistarar og lærusveinar, sum so fóru egna leið.

Listafólkini eru heili 12 í tali og tey eru: Valborg Jacobsen, Tummas Jákup Thomsen, Vár Hanusardóttir, Anja K. Jacobsen, Eivi J. K. Holm, Jensia K. Rasmussen, Maiken Joensen, Barbara Joensen, Sam Jacobsen, Oluffa K. Halgadal, Valborg K. Johannesen og  Jens Klæmint Jacobsen; og tí er framsýningin sera fjølbroytt innihaldsliga.

Framsýningin verður sett páskadag kl. 16 og er opin soleiðis:
- páskadag 31. mars kl. 16 – 20

- 2. páskadag 1. apríl kl. 14 -18

Og har er altíð kaffi og kaka at fáa eins og eitt hugnaligt prát við ymsu listafólkini og vitjandi.

Atgongdin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo