Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit vóru ávegis út á Kirkju við Másanum. Tað vóru vánalig líkindi, men vónin at koma í land á Fugloynni var rímilig. Hann var so mikið lágur í ættini, at í Hattarvík gjørdist einki. Afturúr Másanum hekk Lítlibátur, og hesin árabáturin var álitið á brimplássi.

At sigla gekk væl, og vit lógu uttanfyri lendingina á Kirkju. Teir kønu mettu um veður, umstøður og sjóvarfall. Manningin taldi fýra og ein ferðandi. Loksins varð avgjørt at fara í bátin. Tríggir av manningini og prestur fóru í bátin og róðu inn ímóti lendingini. Skiparin var eftir umborð og sigldi postbátin út frá landi.

Nú báturin nærkast lendingini hoyra vit róp frá landi. Leiðarin hjá Strandferðsluni í oynni vildi hava bátin útfrá, tí tað var ikki komandi inn ímóti, sum veðrið var. Hann veipaði við ørmunum og segði, at líkindini vildu bara versnað tann komandi hálvan tíman. Talan var um eitt samspæl millum, ætt, vind og sjóvarfall.

Stýrimaðurin, ið var formaður á Lítlabáti, avgjørdi at venda útaftur til Másan. Tá ið báturin hevði fingið stavnin upp í ættina ávegis frá landi, varnaðust vit, at tað var óvandaliga ringt í sjónum. Møguleikin at koma út til móðurskipið var ikki til staðar.

Sjógvur gekk á Lítlabát. Meðan vit oystu av øllum alvi, tók stýrimaðurin ta avgerð, at vit skuldu rógva út ímóti einum boga, har sjógvurin breyt fleiri metrar høgur. Hjá einum ókunnigum tyktist henda avgerðin óðamannaverk. Men hin køni stýrimaðurin visti, at vit komu at liggja, sum vit lógu, í minsta lagi ein hálvan tíma. Tess vegna avgjørdi hann, at vit skuldu rógva út til bogan og fáa lívd.

Tað sjáldsama var, at bogin kleiv aldubrotið. Meðan tað breyt í bæði borð, vóru umstøðurnar á bátinum góðar. Í lívd av boganum lá Lítlibátur tryggur í sjónum, sjálvt um líkindi ikki vóru at rógva.

Vit andøvdu, inntil sjóvarfallið vendi og var til vildar. Í øllum góðum komu vit umborð aftur á Másan og settu kós móti Hvannasundi.

Henda ferðin seinast í áttatiárunum rann mær til hugs, nú vit um ársskiftið fara inn í eitt nýtt ár. Vit kenna ikki tað, ið árið hevur at bjóða. Vit kenna ikki siglingina um lívsins hav. Verða tað góð líkindi, ella mega vit fara frá ætlanum og gevast á hondum? Vit kenna ikki veðurlíkindini um lívsins hav, ei heldur forløg teirra, ið eru á báti saman við okkum.

Hyggja vit afturá, verður staðfest, at tað farna árið lagaði seg øðrvísi enn væntað. Tá ið vit fyri einum ári síðan við ársbyrjan løgdu frá landi, stóð mangastaðni væl til. Talan var um lív, heilsu og arbeiði. Hjá mongum er støðan øðrvísi, og saknur og sorg hava avloyst gleði og gleim.

Vit kenna ikki tað komandi árið, men vit kenna ein, ið leggur frá landi saman við okkum. Vit fara ikki einsamøll inn í eina ókenda framtíð. Við okkum á ferðini er frelsarin Jesus, ið situr við stýrisvøl, hóast gjálvut er at sigla.

Hetta merkir tó ikki, at vit verða spard fyri tvørleikar. Men tað merkir, at vit ongantíð koma so illa fyri, at vit verða latin eftir einsamøll ella verjuleys. Vit kunnu koma í ringan sjógv, og kletturin Jesus vil geva lívd og gera tað slættari undir fótum.

Umráðandi er at hava Jesus við í ferðalagnum og leggja lívið í hendur hansara. Viðhvørt kenna vit tað svá, at siglingin um lívsins hav er bæði vandafull og strævin. Tað er sum at vera í lítlabáti. Til lands er ikki komandi, og út til móðurskipið er ikki er ikki farandi. Vit eru fangað í óveðri og aldum.

Eisini andaliga kenna vit hesa støðuna og halda, at tað, ið vit takast við, vignast ikki til vildar. Tá er vert at minnast, at okkara kirkja er einans ein lítil bátur, ið saman við øðrum bátum rør til móðurskipið, ið er Jesu Kristi kirkja. Seinast nevnda kirkja hevur fingið tað góða skotsmálið, at helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. So er tá nakað trygt í einum annars ótryggum heimi.

Nú tíðin er farandi, kunnu vit biðja um Guðs náði og fyrigeving. Vit hava møguleikan at fyrigeva hvør øðrum. Fyrigeving Guðs og fyrigeving manna gagnar bæði nú og frameftir. Vit fáa frið við fortíðina.

Nú tíðin er komandi, kunnu vit rætta hendurnar fram ímóti honum, ið er loysnarin og Guðs rættvísgering av syndigum holdi. Eisini um ársskiftið er maðurin Jesus ein vælsignaður frelsari á ferðini um lívsins hav.

Tá ið fjørðurin loksins er rógvin, er veruleikin æviga lívgandi. Í trúnni á Jesus náa vit himinsins friðsælu strendur.

Gott nýggjár!

Orðið: “Tryggar tíðir skalt tú ljóta; ein eyður til sælu er vísdómur og vitska; ótti Harrans skal vera fólksins ogn.” (Jesaja 33,6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo