40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Keldan: Nú er bert ein dagur eftir, til páskastevnan undir heitinum ”Livandi vón” verður skotin í gongd. Tað er Keldan í Skálafirði, ið skipar hesa páskastevnu.

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin er eftir hondini vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum. Hann kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.

Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjaldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin.

Fyrireikingarnar eru í hæddini, og væntar Keldan nógv fólk hesar dagar. Nógv tiltøk verða á skránni, og matstovan verður eisini opin undir allari stevnuni.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo