40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool-Watford 2-0 (1-0)
1-0: Mohamed Salah, 38
2-0: Mohamed Salah, 90

Watford stóðu seg sera væl á Anfield við nýggja venjararanum Nigel Pearson og kundu saktans havt lagt seg á odda bæði eitt og tvey null, meðan Liverpool ikki leiktu so væl, sum liðið plagar, serliga ikki í fyrsta hálvleiki, men tá alt kom til alt, endaði tað, sum tað plagar hjá Liverpool fyri tíðina.

Hetta kunnu teir reyðu úr Beatles býnum einamest takka Mohamed Salah fyri, sum tók ábyrgd, tá tað leikaði sum harðast, og gandaði fram tvey mál burtur úr nærum ongum. Harav var serliga tað fyrra málið einastandandi vakurt.

Liverpool fingu eisini eitt triðja mál tíðliga í seinna hálvleiki, men VAR avgjørdi heldur ivasamt, at málið hjá Mané - ein frálíkur stútari - ikki skuldi telja við.

Alisson í Liverpool málinum stóð seg eisini væl og tók alt, sum Watford komu við, og tá Virgil van Dijk harumframt slapp við hvøkkinum eftir eina minni góða afturlegging til Liverpool málverjan, sum tíbetur fyri teir reyðu ikki fór í egið mál, men heldur út til horna, ja, so stendur eftir, at Liverpool nú, eftir at 17 umfør eru leikt, hava ognað sær 49 út av 51 møguligum stigum í Premier League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo