Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Vit hava tosað saman í telefon, og allir flokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur, sigur ein annars ikki serliga tíðindafróður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá VP spyr um politisku støðuna.

Løgmaður viðurkennur, at tað sum hendi í gjár kom illa við hjá øllum flokkunum í samgonguni, men semja er nú um at líta frameftir og vita um grundarlag er fyri at halda fram. Miðflokkurin bað í tíðindaskrivi í gjár um fund, men fundur hevur ongin verið, annað enn, at partarnir hava tosað saman í telefon.

- Tað eru tveir møguleikar, antin koma vit aftur á beint og halda fram við at fremja tað sum vit hava sett okkum fyri. Ella koma vit til tað niðurstøðu, at skaðin, sum er hendur, er ov stórur, og so ber ikki til. Men tað sum vit fyribils eru samdir um er, at vit skulu gera eina roynd afturat, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tað næsta sum hendir er, at umboð fyri flokkarnar fara at seta seg saman at tosa um samstarvið frameftir. Ongin fundur er avtalaður, men løgmaður vil hava fundin at vera áðrenn árið er runnið.

- Eg ímyndi mær, at vit seta okkum saman onkran dag ímillum jól og nýggjár, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo