40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á móttøku í Tinganesi í dag heiðraði løgmaður nýklakta evropameistaran í einskullara rógving.

Løgmaður ynskti Sverra hjartaliga til lukku við hansara væl uppiborna megnaravriki, sum vit øll kunnu vera errin av.

Hann ynskti honum bestu eydnu við stóru avbjóðingini í komandi OL kappingini í Tokyo næsta ár. 

- Rógving er okkara tjóðarítrótt. Ein ítrótt, sum myndar okkara staðseting sum oyggjaland í norðuratlantshavi, og sum myndar okkara sterku bond til havið. Við hesum framúr úrslitum gerst Sverri stóra fyrimyndin hjá okkum og okkara børnum, tí hann vísir í verki, at tey við venjing og stavnhaldi kunnu røkka stórum úrslitum.

- Eg vóni, at hetta fer at stimbra føroyska kappróðurin, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika, segði løgmaður millum annað í síni heilsan til Sverra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo