Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Tað kann fáa avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin, um føroyingar og grønlendingar ikki verða tiknir meira við uppá ráð, tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað hóvar hvørki honum ella grønlendska landsstýrisformannum, Muté B. Egede, at teir ikki vórðu bodnir við tá norðurlendsku stats- og stjórnarleiðararnir um miðjan juli hittu amerikanska forsetan, Joe Biden, í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.

- Hetta er ikki bara ein atfinning ímóti Danmark, men eisini móti øllum tí norðurlendska samstarvinum, har vit hava fingið eitt fyrsta lið og eitt annað lið, tað er ótíðarhóskandi, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin við Politiken.

Eisini Aksel V. Johannesen tekur blaðið frá munninum.

- Amerikanskir kavbátar og onnur herskip eru nú regluligir gestir hjá okkum, og tí er onki meira nátúrligt enn, at vit eisini sita við borðið, tá trygdarpolitikkur verður umrøddur við okkara sameindu, sigur løgmaður.

Hann vil hava samstarvið í ríkisfelagsskapinum endurskoðað, so tað verður greiðari, nær Føroyar og Grønland skulu takast við uppá ráð. Hendir tað ikki, kann tað vera endin á ríkisfelagsskapinum, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo