Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Her á Vágaportalinum hevur tann vegeterandi formaðurin hjá tjóðveldis-sektini sett løgmanni ein fjákutan spurning, har bæði hann sjálvur og tey flestu onnur væl kenna svarið frammanundan. 

Hvat er endamálið við einum SO óneyðuga retoriskum spurningi?

HH "spyr" løgmann og roynir at fáa okkurt destruktivt burtur úr, at Tað danska Fólkatingið hevur viðtikið eina lóg, uttan fyrst at spyrja í Tinganesi og helst eisini uppi í Hoyvík.

Hann má keða seg øgiliga illa omanfyri Kúrberg og Hoyvíkshólm í ti illfýsna heystar-regninum, síðani hann spillir ta kostbæru tíðina hjá løgmanni við slíkum tvætli.

Skal hesin løgni politikarin nú kappast við ta negativu donsku andstøðuna, sum eisini kýtir seg dúgliga fyri at vera ekstremt obstruktiv og demagogisk.

Hjá tí danska Vinstraflokkinum Vinstra ræður um at sáa mest møguligt mistreysti og alsamt andøva móti øllum tiltøkum frá stjórnini, so man fær sabotera flest møgulig tiltøk.

Hjá tí paranoida HH ræður um at dyrka sínar næstan "genetisku" konspiratiónsteoriir móti Danmark, sum sjálvandi í hansara pinkulítla og tronga Hoyvíkar-verðinsbílæti bara pønsa uppá at chikanera hann specielt og føroyingar generelt.

Ótrúliga politiskt primitivt, óbúgvið og næstan líka so infantilt, sum skuggaboksingin hjá fantastinum Donaldi Trumpi í Tí hvíta Hjallinum.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo