Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til §52a fyrispurning nr. 52-063/2023 frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um lønarlyft.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji atlit eru tikin, tá avgerð varð tikin um, hvørjir starvsbólkar skuldu fáa lønarlyft?

2. Hvussu nógvar krónur meira um mánaðin fáa útvaldu starvsbólkarnir?

3. Hvussu hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til júst hesar upphæddirnar?

Svar:
Til nr. 1

Í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum eitt lønarlyft. Landsstýrið hevur avgjørt, at námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar verða umfataðir av lønarlyftinum. Talan er um bólkar, sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har trupult er at nøkta starvsfólkatørvin. Sostatt er talan um eina politiska raðfesting, sum landsstýrið metir er fíggjarliga burðardygg, samstundis sum hon røkkur málinum um at geva hesum útvaldu bólkum eitt tiltrongt lønarlyft.

Til nr. 2
Mánaðarlønin hjá starvsbólkunum, sum eru fevndir av lønarlyftinum, hækkar við hesi upphædd:
Heilsurøktarar: kr. 1.390,-
Heilsuhjálparar: kr. 1.448,-
Heimahjálparar: kr. 1.096,-
Námsfrøðingar: kr. 1.039,-
Hjálparfólk við útbúgving: kr. 2.896,-
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá landinum: kr. 1.026,-
Hjálparfólk uttan útbúgving hjá kommununum: kr. 1.066,-

Til nr. 3
Landsstýrið hevur sett sær fyri, at lønarlyftið skuldi bøta um lægstu lønirnar á umsorganarøkinum, og tí varð avgjørt, at mánaðarlønirnar skuldu hækka millum kr. 1.000 - 1.500. Námsfrøðihjálparar við útbúgving hava fingið nakað meira, tí henda lønin var mett ov lág í mun til longdina av útbúgvingini. Umframt at lønarlyftið skuldi hava ein ávísa stødd fyri at gera mun og røkka endamálinum, hevur landsstýrið eisini tikið hædd fyri lønarlagnum millum starvsbólkarnar og longdini á ymisku útbúgvingunum, tá ið lønarlyftið varð ásett.

Tinganes, 29. desember 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo