Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er leygardagur 18. mai, klokkan er um 8 á morgni, sólin skínur bæði oman og niðan, ein sera vakur morgun.

Hvat skal eg brúka henda dagin til?

Nú komi eg at hugsa um, at eg fyri tveimum vikum síðani var í Vestmanna og fiskaði ælabogsíl á Heygadalsvatni.

Har var ein ørgrynna av ælabogasílum. Hóast tað var kalt og vátaslettingur, var nógv at fáa.

Har ætli eg at fara at fiska í dag í góðveðrinum.

Eg ringi til ein vinmann fyri at vita, um hann hevur hug at koma við. Jú, men hann skal til klippingar beint fyri døgurða, so tað má útsetast til eftir døgurða.

Bilurin verður fyltur við fiskigreiðum, og so at bíða.

Døgurðin er fingin niðurum, vit fara úr Klaksvík. Málið er Heygadalsvatn omanfyri Vestmanna. Vit koma til Vestmanna og koyra niðan á Heygadalsvatn.

Tað liggur sum eitt spegl í sólini, ælabogasílini koma upp í vatnskorpuna, gera ein vørr, og so niður aftur.

Hetta sær spennandi út.

Vit finna eitt pláss til bilin inni við sevhúsið, nú skal fiskast.

Nakrir mans fáast við ymiskt fyrifallandi arbeiði í samband við alingina á vatninum.

Vit fáa tráðurnar úr bilinum, men gakk, nú kemur ein fryntligur og blíður maður og spyr, hvat vit hava í kvittanum.

Jú, ætlanin hjá okkum er at fiska ælabogasíl.

Mongum brestir ætlan. Og soleiðis varð eisini við hesum fiskitúrurin.

Vit fáa at vita, at tað er ikki loyvt at fiska á Heygadalsvatni, men vit kunnu koma aftur í 2021, tá verður loyvt at fiska aftur.

Eg sigi so við henda mannin, at einki skelti sigur, at tað er ólógligt at fiska á vatninum, men fleiri skeltir bera áskriftina "Fríðtíð og fisking".

Jú, sigur hann, eitt skelti stendur við innkoyringina til dalin.

Hetta var skuffandi.

Vit venda og koyra sama veg, sum vit komu.

Spenningurin er vendur til eitt stórt skuffilsi.

Men har er einki skelti, sum sigur, at tað ikki er loyvt at fiska á Heygadalsvatni.

Til tykkum, sum fáast við aling á vatninum, fáið eitt skelti upp, so at vit, sum fáast við at fiska síl og laks, hava nakað at halda okkum til.

Andrias Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo