40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Grein 23. í Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya sigur: Løgtingsmenn eru bert bundnir  av sannføring síni!

Kortini hava Fólkafokkurin og Sambandsflokkurin í samgonguskjalinum bundið sínar løgtingslimir, til ikki at fylgja egnari sannføring, men einans at atkvøða sambært sannføringini hjá Jenisi av Rana og teimum tingfólkum, sum hava somu sannføring sum hann!

Tí samgonguskjalið sigur, at samgongutingfólk einans kunnu atkvøða fyri málum, har øll samgongan er samd!

Fyri mær at síggja, brýtur samgonguskjalið stýrisskipanarlógina. Her er, í hvussu so er, einki samsvar.

Ikki eri eg løgreglumaður, men kortini veit eg, at ein løgtingslóg og ikki minst sjálv stýrisskipanarlógin yvirtrumfar eitt samgonguskjal, tá á stendur!

Tí undraði tað meg, og ivaleyst mong fólkafloksfólk við mær, at sterka fólkafloksélitan, ið m.a telur tvey løgreglufólk, noktaði Anniku Olsen at fylgja síni sannføring, soleiðis sum henni er álagt sambært stýrisskipanarlógini!

Og so at uppliva hesa skommina, at hesi bæði fara úr landsstýrinum at forða Anniku at gera tað, hon og flestu føroyingar við henni halda vera rætt, er rættuliga ørkymlandi.

Sjálvur var eg aktivur fólkaflokspolitikkari í mong ár - bæði løgtings- og landsstýrismaður - men ongantíð/aldrin! kom tað fyri, at tingfólkum floksins varð noktað at atkvøða sambært egnari sannføring, tá talan var um etisk og/ella átrúnaðarlig mál!

Tað hevði als ikki komið upp á tal!

Meðan formaðurin í sambandsflokkinum opið hevur viðgingið, hvussu skeivar bindingarnar í samgonguskjalinum eru, og samsvarandi fríttstillar síni tingfólk, sigur fólkafloksleiðslan seg nú fara at forfylgja Anniku Olsen.

Sum tað fyrsta skal hon koyrast úr Løgtinginum, og síðan skal støða takast til, hvørt hon eisini skal koyrast úr flokkinum!

Hevur nakar hoyrt so galið?

Tøkk til Heðin Zachariassen og hin ónevnda fólkflokstingmannin, ið eisini stóð klárur at verja persónliga frælsið, um Jørgin Niclasen gjørdi eins og hini bæði!

Áhugin er stórur viðvíkjandi viðgerðini, floksleiðslan nú fer undir mótvegis Anniku.

Sleppa tingfólk fólkafloksins frameftir at fylgja stýrisskipanarlógini og egnari samvitsku, ella skulu tey boyggja seg fyri hesi radikalu ( fyri ikki at siga rabiatu ella talibansku ) lívsáskoðanini hjá Jenisi av Rana og hansara fylgisneytum??

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo