40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sæð burtur frá corona, so hevur kjakið um samferðslu fylt sera nógv í 2020, og longu nú eisini í 2021.

Norðoyingar og vágafólk vilja hava sítt tunnilsgjald vekk. Suðuroyingar vilja hava Suðuroyartunnilin í gongd beinanvegin tá Sandoyartunnilin er liðugt boraður.

Eysturoyingar vilja hava prísin at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin munandi niður, samstundis sum teir ikki meta at tað er rættvíst/samhaldsfast, at tey skulu rinda nógv tann størsta partin fyri Sandoyartunnilin.

Politiskt hava nøkur tingfólk markerað, at nú má ein haldfør loysn finnast skjótast gjørligt, fyri hvussu samferðslu-útbyggingarnar skulu fíggjast framyvir, og at hetta í minst møguligan mun skal gerast á fíggjarlógini, tí trýstið á fíggjarlógina er ov stórt frá øðrum vælferðarøkjum.

Jaspur Langgaard segði fyri kortum, at tað er eitt ófrávíkiligt krav, at gjaldið í Eysturoyartunnlinum má niður, tí núverandi prísur ber als ikki til.

Sostatt tykist tað nú sum, at hetta er nakað sum má loysast skjótast gjørligt.

Eg meti tað ikki vera trupult, at beinanvegin gera eina skilagóða loysn á hesum økinum, sum øll kunnu liva við.

Lat meg fyrst siga, at tað als ikki er samhaldsfast, at eysturoyingar og norðoyingar í nógv størstan mun skulu gjalda fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Um man tekur eitt dømi; á einari gøtu í Runavík eru 10 hús. Fólkini í 9 húsum arbeiða øll í Runavík, og tey gjalda sostatt onki, tí tey koyra ikki. Og so er tað tilvildarliga fólk úr tí eina húsinum sum koyra 20 ferð um mánaðin til Havnar at arbeiða, og hesi skulu gjalda 3.000 kr. pr mánaða = 36.000 kr pr. ár. Hetta ber slett ikki til.

Haraftrat, so eri eg púra sannførdur um, at um ikki ein langsikta loysn verður funnin á hesum skjótt, so byrjar Suðuroyartunnilin ikki enn, tí longu nú er hall á fíggjarlógini, og sostatt verður nærum ógjørligt at finna pláss til so stóra íløgu á fíggjarlógini í nærmastu framtíð.

Loysnin sum øll kunnu liva við, sum fær tunnilsgjaldið niður, umframt at tað gevur møguleika at byrja skjótari uppá ein Suðuroyartunnil er, at stovna ein samferðslugrunn, har allir undirsjóvartunnlar verða lagdir undir eitt.
Inntøkurnar hjá hesum grunninum skulu verða partvíst beinleiðis skattur frá borgaranum og vinnuni, og partvíst brúkaragjald.

Fyri at fáa hendan grunnin so samhaldsfastan sum gjørligt, so haldi eg, at vit skulu brúka júst somu skipan fyri hendan grunnin, sum verður brúkt við arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Man kundi gjørt tað soleiðis, at allir borgarar saman við vinnuni í Føroyum rinda t.d. 1% av øllum útgoldnum lønum inn í hendan grunnin, og skulu pengarnar frá borgarunum verða kravdir inn gjøgnum skattaskipanina. Á hendan hátt verður eisini sera lítil umsiting av hesum.

Í 2019 vóru lønarútgjaldingarnar í Føroyum 10 milliardir krónur. Um borgarar og vinna gjalda 1% hvør, vildi samlaða inntøkan hjá samferðslugruninum verið 2% av lønarútgjaldingunum, sum svarar til 200 mió. kr.

Hetta gevur møguleika fyri at seta gjaldið at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlarnar munandi niður.

Um vit siga, at tað koyra 11.000 bilar um dagin gjøgnum Eystur- Sandoy- Vága- og Norðoyartunnilin (hetta eru tøl fyri Norðoya og Vágatunnilin fyri 2019 + mettu tølini fyri Eystur og Sandoyartunnlarnar) um dagin, og gjaldið verður ásett til 40 kr fyri Eystur og Sandoyartunnulin hvønn veg, og gjaldið fyri Vága og Norðoyatunnilin verður verandi sum tað er, gevur hetta ca. 100 mió. kr. í inntøkum afturat í brúkaragjøldum til samferðslugrunnin.

Sostatt vildi ein slík skipan, grundað á omanfyristandandi fyritreytir, givið samferðslugrunninum eina inntøku á 300 mió. kr.

Við hesum gjalda øll inn, og tey sum tjena mest gjalda mest. Ein einkul góð samhaldsføst skipan, sum hevur nógvar fyrimunir við sær.

Vísandi til dømið, sum varð víst longur uppi, so vildi tað nú verið soleiðis, at um øll húskini á gøtuni tjena 500.000 kr pr. ár, skulu tey rinda 5.000 kr pr. ár hvør, og tann eini sum koyrir hvønn dag rindar 1.600 kr. eyka pr. mánaða, um hann koyrir 20 fer.

Soleiðis verður skipanin meira rættvís og samhaldsføst.

Skipanin vildi viðført, at tunnilsgjøldini kunnu vera so lág sum gjørligt, soleiðis at vit fáa fulla nyttu burturúr tunnlunum beinanvegin.

Og eisini vildi slík skipan eftir mínum tykkið givið møguleika til, at byrjast kann beinanvegin uppá Suðuroyartunnilin, uttan at tyngja fíggjarlógina.

Eg vil tó viðmæla, fyri at fáa lánibyrðuna hjá grunninum minst møguliga, so kundi landið, sum Jaspur Langaard skjýtur upp, longt afturgjaldstíðina munandi, umframt at landið kundi selt sínar ognarlutir í onkrum av almennu partafeløgunum t.d. BankNordik fyri munandi upphædd(hundratals milliónir), og pengarnir kundi fari inn til hendan grunnin, sum øll fáa nyttu av.

Eg skal tó viðganga, at talan hevði verið um eina skattahækking fyri hvønn borgara og vinnuna, men eg skal við gleði rinda nakrar túsund krónur eyka í skatti um ári, soleiðis at tað ikki bert eru tey sum brúka tunnlarnar sum skulu gjalda alt. Tað er ikki ein haldbar loysn.

Henning Erhardsson Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo